Mastercard til vinnurekandi
Mastercard Business er eitt altjóða gjaldskort, sum er ætlað fyritøkum og vinnurekandi. Kortið er sera væl egnað sum útreiðslukort og kann útflýggjast teimum starvsfólkum, í fyritøkuni, ið hava tørv á kortinum. Tryggingar eru eisini knýttar at kortinum.
Vit bjóða Mastercard Business sum Standard, Gull og Platin. Les meira um ymisku sløgini her.
Fyrimunir við Mastercard Business
Sera væl egnað sum útreiðslukort hjá starvsfólkum.
- Hevur innbygda nándfunku, ið ger tað møguligt at rinda uttan at seta kortið í kortterminalin.
- Kann brúkast í Føroyum og uttanlands.
- Møguleiki at velja millum Standard, Gull og Platinum kort.
- Ferðatrygging íroknað
Møguleiki fyri at fáa gjald flutt aftur
Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, sum er goldið við Mastercard Business, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður oyðublað til endamálið.