Nýggj fyritøka - frá hugskoti til byrjan
Hevur tú eitt hugskot, sum tú kundi hugsað tær at gjørt til veruleika? Og brennur tú fyri at røkka úrslitum? So hevur tú røttu eginleikarnar, ið kunnu flyta eitt gott hugskot frá tanka til íverksetan og fyritøku.
Spennandi og krevjandi
Drívmegi og vilji skulu til, um tú skalt eydnast sum íverksetari, og harumframt krevur tað eisini eitt sindur meira – bæði persónliga og fíggjarliga. Tú verður tín egni stjóri, men tú mást fyrireika teg til, at arbeiðstíðin neyvan verður frá kl. 8 til kl. 16. Ofta er tað neyðugt at brúka meginpartin av tínari tíð til verkætlanina, og tað merkir samstundis minni tíð til familju, vinir og frítíðarítriv.
Tað fíggjarliga
Eisini kann tað gerast tungt fíggjarliga, av tí at tú ikki altíð veitst, hvussu inntøkan næsta mánaðin verður. Kemur tú úr einum tryggum starvi við fastari inntøku, kann íverksetaratilveran við fíggjarliguri óvissu vera avbjóðandi. Tey flestu íverksetarahugskotini skulu eisini mennast til meira ítøkiligar verkætlanir, áðrenn tær eru búnar til at fáa fígging.
Vit mæla tær til at tosa við okkum tíðliga í tilgongdini, so vit kunnu ráðgeva tær. Hóast nógvu avbjóðingarnar, munnu flestu íverksetarar kunna semjast um, at tað bæði er ein sera spennandi og mennandi tilgongd at gera dreymin til veruleika og seta egið virki á stovn.
Tá virkið skal stovnast
Tá ið tú skalt seta egið virki á stovn, mást tú taka støðu til, hvør virkisháttur hóskar best til tín og títt virksemi. Skalt tú stovna eitt einstaklingavirki ella eitt smápartafelag? Byrjanarpeningurin er ymiskur, alt eftir hvønn virkishátt, tú velur.
Ein møguleiki er at seta á stovn eitt íverksetararfelag, sum gevur íverksetarum høvi til at fara í holt við virksemið, men sum at byrja við ikki hevur so stóran tørv á peningi. Byrjanarupphæddin skal bara vera millum 1 og 49.999 kr.
Virkið skal skrásetast í Vinnuskránni hjá TAKS, áðrenn farið verður í gongd. Umsóknarbløð til skráseting í Vinnuskránni eru á heimasíðuni hjá TAKS. Eisini sært tú eitt yvirlit yvir ymisku virkishættirnar, umframt ymisk viðurskifti, ið tú sum íverksetari skalt taka støðu til í sambandi við TAKS.
Legg virkisætlan
Tá tú kennir fíggingartørvin og hevur fingið yvirlit yvir, hvat tú kanst seta í virkið av ognum og peningi, kanst tú gera eina neyva virkisætlan. Hetta er ein treyt og eitt gott amboð í samskiftinum við møguligar íleggjarar.
Ein virkisætlan er ein lýsing av fyritøkuni og ein ætlan fyri, hvussu tú ætlar at reka og menna hana. Tað er sjálvt handritið hjá fyritøkuna, ið gevur tær eitt greitt yvirlit og mál fyri virksemið. Virkisætlanin ger tað eisini lættari hjá øðrum at skilja, hvørjum tú arbeiðir við, og hvørji málini eru.
Virkisætlanin eigur at hava upplýsingar um t.d. fígging, bygnað, sølu, marknaðarførslu og møguleikar fyri menning.