Ráðgeving og fígging

Ert tú íverksetari, er tað helst hugskotið og dreymurin, ið eru drívmegin og kveikja viljan og treystið til at stovna egið virki. Tað er neyvan bókhald, skjøl, avgjøld, skattur, MVG, tryggingar o.a., ið dríva íverksetarahugin.

Hjálp til tað praktiska

Tað er tó umráðandi, at tey praktisku viðurskiftini eru í lagi, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fyritøkuna, um skil ikki er á. Um hetta ikki er ein uppgáva, ið tú heldur teg kunnu loysa, er tað eitt gott hugskot at leita tær ráð og vegleiðing hjá einum grannskoðara. 

Góð ráð, tá ið tú skalt stovna virki

  • Hav eina samansparing til fyrstu íløguna í virkið.
  • Hav eina nágreinliga virkisætlan, ið greiðir frá tínum málum, og hvussu tú ætlar at røkka teimum.
  • Bið um hjálp og ráðgeving, tá tørvur er á tí, og brúka títt netverk at sparra við.
  • Tað er umráðandi, at tú førir roknskap við inntøkum og útreiðslum so hvørt, so tú hevur eitt gott yvirlit yvir fíggjarligu støðuna hjá virkinum.
  • Fyrireika teg væl, tá tú skal á fund við íleggjarar. Tað er ikki nóg mikið at hava eitt gott hugskot. Tú skalt eisini kunna vísa á, at tú hevur eina burðardygga verkætlan við góðum møguleika fyri vøkstri.

Fígging

Fyrsta íløgan í virkið kemur ofta frá egnari samansparing ella frá vinum og familju, ið síggja møguleikarnar í tínum hugskoti og ynskja at hjálpa tær á veg. Fígging frá peningastovni kemur aloftast, tá fyritøkan hevur ment seg nakað og hevur víst sítt virði. 

Síðani 2015 hava føroyskar fyritøkur havt møguleika at søkja fígging frá Vækstfonden, ið m.a. kann veita eina sokallaða vækstkautión sum trygd fyri upp til 75% av váðanum, sum bankin tekur, tá ið lánið verður givið. Tað eru eisini aðrir møguleikar fyri at fáa fígging frá Vækstfonden.

Stuðul úr grunnum

Tað ber eisini til at søkja stuðul frá grunnum og íløgufeløgum, tá ið tú skalt byrja fyritøkuna. Á heimasíðuni hjá Hugskotinum er eitt yvirlit yvir møguleikarnar. Íverksetarahúsið hevur eisini góð ráð til íverksetarar. Ert tú í iva um, hvat er best fyri tína fyritøku, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Nýggj fyritøka 

Hvat skalt tú hugsa um, tá tú skalt seta á stovn egið virki? 

Skal virksemið víðkast?

Fá meira at vita um, hvørjir møguleikarnir eru fyri vøkstri. 

Netbankin til títt virki 

So kanst tú lættliga avgreiða bankaviðurskiftini, tá tað hóskar tær. 

Rakstrarfígging

Til eitt nú keyp av vørum, lønargjaldingar, framleiðslu, húsaleigu og aðrar útreiðslur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv