Rembursur

Rembursur er ein altjóða góðkendur og ógvuliga tryggur gjaldsháttur, sum verður nýttur í sambandi við altjóða handil. Tá rembursur verður nýttur, veitir bankin hjá keypara trygd fyri gjaldi til seljara, tá treytirnar fyri rembursi eru loknar. Tað er keypari, ið skal biðja sín banka um at stilla remburs seljara til góðar.

 

Hvønn virknað hevur rembursur?

Ein rembursur virkar bæði sum ein trygd og sum ein gjaldsháttur. Rembursurin kann stillast sum ein at sight-rembursur, ið merkir, at seljari fær gjaldið, tá rætta skjalprógv verður lagt fram í bankanum hjá keypara, ella við útsettum gjaldi, har goldið verður t.d. 90 dagar eftir avskipan, treytað av, hvat er avtalað millum keypara og seljara.

 

Hví verður rembursur nýttur?

Ein rembursur verður ofta nýttur í handlum, har seljari og keypari ikki kenna hvønn annan serliga væl, og seljari tí ynskir eina trygd fyri gjaldinum, áðrenn vøran verður send til keypara.

 

Heinta rembursáheitan

Sløg av rembursi 

Tá tú skalt nýta remburs, er gott at vera varur við, at eitt ella fleiri orð altíð eru knýtt at rembursinum.

Incoterms 2010

Altjóða gjaldingar

Mastercard business

Tryggja útflutningin

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv