Sløg av rembursi
Tá tú skalt nýta remburs, er gott at vera varur við, at eitt ella fleiri orð altíð eru knýtt at rembursinum.
Innflutningsrembursur ella útflutningsrembursur
Ein innflutningsrembursur og ein útflutningsrembursur eru í grundini tað sama. Munurin er bert, um rembursurin verður skoðaður frá keyparans ella seljarans síðu.
Rembursur, sum ikki tekst aftur ella rembursur, sum tekst aftur
Um rembursurin ikki tekst aftur, kann hann ikki broytast ella takast aftur – uttan so at báðir partar eru samdir um hetta. Um rembursurin tekst aftur, kann bankin hjá innflytara ganga frá rembursinum, inntil bankin hjá útflytara hevur lokið krøvini í rembursinum. Rembursar, sum takast aftur, vera ógvuliga sjáldan nýttir í royndum.
Váttaður ella óváttaður rembursur
Um rembursurin er váttaður, kann bankin hjá seljara veita trygd fyri gjaldinum til seljara, tá avtalaðu skjølini verða løgd fram. Um rembursurin er óváttaður, borgar bankin hjá seljara ikki fyri gjaldinum.
Tað merkir, at um seljari tekur ímóti einum óváttaðum rembursi, er tað bert bankin hjá keypara, ið veitir trygd fyri gjaldinum. Um bankin hjá keypara av einhvørjari orsøk ikki kann gjalda, fær seljari sostatt bert gjaldið, um rembursurin er váttaður av bankanum hjá seljara.
At sight-rembursur ella rembursur við útsettum gjaldi
Við einum at sight-rembursi fær seljari gjaldið, tá tey avtalaðu skjølini verða løgd fram. Hetta er tað mest nýtta. Ein annar møguleiki er, at seljari og keypari avtala, at goldið verður seinni, og tá er talan um ein remburs við útsettum gjaldi.
Standby-rembursur
Ein standby-rembursur virkar sum ein trygd, ikki sum gjaldsháttur. Tá ein standby-rembursur verður nýttur, syrgir innflytari sjálvur fyri gjaldinum, og standby-rembursurin kemur bert í spæl, um innflytari ikki rindar sambært avtaluni. Standby-rembursur verður ofta nýttur í sambandi við støðuga vørusending.