Innflutningsrembursur

Um títt virki innflytur vørur ella tænastur úr útlondum, kann tað vera ein fyrimunur at nýta innflutningsremburs sum gjaldshátt. Við innflutningsrembursi er seljarin, sum tú keypir frá, vísur í at fáa sítt gjald. Og av tí at tað er ein avbera tryggur gjaldsháttur, verður títt virki væl stillað við atliti til kreditt mótvegis seljara, eins og tú kanst fáa møguleika fyri at fáa avsláttur frá seljara.

Soleiðis virkar ein innflutningsrembursur

Sum innflytari er tað títt virki, ið skal biðja BankNordik um at stilla remburs til útflytara. BankNordik stillar ein innflutningsremburs seljara til góðar. Seljari sendir vøruna til tín og letur skjølini inn til sín banka samsvarandi við treytirnar í rembursinum. Skjølini verða síðani send til BankNordik, sum rindar sambært avtaluni. Oyðublað til áheitan um remburs er at finna her. 


Fyrimunir við innflutningsrembursi 

Sum innflytari kanst tú fáa fleiri fyrimunir við innflutningsrembursi:

  • Størri trygd er fyri, at vørurnar verða sendar sum avtalað
  • Tú fært møguleika fyri príslækking, tí tú kanst veita trygd fyri gjaldinum
  • Tú fært møguleika fyri at fáa kreditttíð hjá útflytara
  • Tú rindar bert rembursupphæddina, um øll krøv í skjølunum eru lokin

Váðar við at nýta innflutningsremburs

Tað er týdningarmikið at vera varur við, at tá rembursurin er stillaður, kanst tú sum innflytari ikki angra. Tað merkir til dømis, at tú ikki kanst broyta ella strika bíleggingina uttan samtykki frá útflytara. Tú hevur heldur ikki vissu fyri, at góðskan á vørunum livir upp til tað, sum tú væntar, tí innflutningsrembursur hongur saman við skjølunum og ikki sjálvari vøruni. Tí kanst tú heldur ikki taka gjaldið aftur umvegis bankan, um vøran ikki livir upp til væntanirnar. Tú kanst tó sum innflytari tryggja, at vørurnar samsvara við avtaluna, um ein óheftur partur kannar vørurnar, áðrenn tær vera sendar.

Hav neyv krøv til skjølini

Tað er týdningarmikið, at títt virki hevur sera neyv krøv til skjølini í rembursinum, longu tá sáttmálin verður gjørdur. Um rembursurin ikki verður stillaður sum avtalað frá byrjan, er vandi fyri, at vørurnar verða seinkaðar, ella at sáttmálin fellur burtur.