Veit trygd við rembursi

Ígjøgnum ein remburs hevur títt virki møguleika fyri at veita trygd mótvegis einum undirveitara. Tú kanst millum annað bjóða transport í rembursúrtøkuni ella bjóða eitt útgjald av rembursúrtøkuni. Við einum rembursi, sum kann flytast, kanst tú eisini heilt ella partvíst geva rembursin víðari til ein undirveitara.

Transportur í úrtøkuni

Við einum transporti er transporthaldari vísur í, at peningur ikki verður útgoldin til seljara, fyrr enn transporthaldarin hevur fingið sína upphædd.

Útgjaldsumbøn

Við eini útgjaldsumbøn kanst tú tryggja, at ein triðipartur, t.d. ein undirveitari, fær útgoldið sín pening, áðrenn seljari fær útgoldið sín. Ein útgjaldsumbøn hevur ikki sama rættarvirknað sum ein transportur, og um seljari fer á húsagang ella í gjaldsteðg, kann ein upphædd tí ikki verða útgoldin, fyrr enn eftir eina rættaravgerð ella eina semju.

Rembursur, ið kann flytast

Um rembursurin kann flytast, hevur títt virki møguleika fyri heilt ella partvíst at geva rembursin víðari til ein undirveitara. Tað er bankin, sum hevur rætt til at flyta rembursin, sum avger, um rembursurin kann flytast víðari til undirveitaran. Tá fyriskipanin í upprunaliga rembursinum verður givin víðari, kunnu fylgjandi treytir broytast:

  • Møguleiki fyri lækking av rembursupphædd og eindarprísum
  • Møguleiki fyri stytting av gildis-, avskipanar- og framløgufreistum