Útlendskar innheintingar
Útlendsk innheinting er ein skjótur og einfaldur gjaldsháttur í sambandi við altjóða handil. Tá útlendsk innheinting verður nýtt, fær keypari sum meginregla ikki útflýggjað skjølini, sum seljari hevur sent, og sum geva atgongd til vøruna, fyrr enn keypari hevur goldið ella veksil er góðkendur.
Nær verður innheinting nýtt?
Ein útlendsk innheinting verður vanliga nýtt í handlum, har seljari og keypari hava eitt ávíst álit á hvørjum øðrum og tí ikki hava tørv á somu trygd, sum fæst við til dømis rembursi. Tað er týdningarmikið at vera varur við, at útlendsk innheinting ikki gevur trygd fyri, at keypari rindar, ella at vørurnar bert verða útflýggjaðar, um skjølini vera víst.
Sløg av innheinting
Tað eru ymisk sløg av útlendskari innheinting.
-
Cash against Documents (CAD) ella Documents against Payment (D/P)
Keypari kann bert fáa útflýggjað skjølini, tá goldið verður samstundis. -
Documents against Acceptance (D/A)
Keypari kann fáa útflýggjað skjølini, tá skrivlig váttan við lyfti um gjald verður givin, vanliga tá veksil verður góðkendur. -
Skjøl fyri góðkenning saman við váttan fyri góðkenning.
Skjølini kunnu bert útflyggjast til keypara, um bankin samstundis váttar tann veksilin, sum keypari hevur góðkent.
Ymisku sløgini av innheinting uppfylla ymiskar tørvir og ymisk krøv. BankNordik ráðgevur sjálvandi, tá tú skalt velja, hvat slag av innheinting skal nýtast í tí einstaka handlinum.
Innflutnings- og útflutningsinnheinting
Tosað verður bæði um innflutningsinnheinting og útflutningsinnheinting. Talan er tó ikki um tvey ymisk sløg av innheintingum. Munurin er bert, um innheintingin verður skoðað frá keyparans ella seljarans síðu.