Útflutningsinnheinting
At nýta útflutningsinnheinting sum gjaldshátt merkir, at bankin hjá keypara ikki kann útflýggja keypara skjølini, ið geva atgongd til vørurnar, fyrr enn keypari hevur goldið.
Fyrimunir við útflutningsinnheinting
Sum útflytari av vørum kann títt virki fáa fleiri fyrimunir við at nýta útflutningsinnheinting.
- Skjølini, ið geva atgongd til vørurnar, vera ikki útflýggjað, fyrr enn keypari hevur goldið ella góðkent ein veksil
- BankNordik fylgir upp umvegis bankan hjá keypara, um upphæddin ikki verður goldin
- Tað er smidligari at nýta innheinting enn remburs
Soleiðis virkar útflutningsinnheinting
Sum útflytari er tað tú, ið skalt byrja innheintingarhandilin eftir avtalu við keypara. Tá tú hevur sent vøruna, letur tú tey avtalaðu skjølini inn, saman við eini útfyltari innheintingaráheitan til BankNordik. Vit senda síðani skjølini til bankan hjá keypara. Keypari fær atgongd til skjølini, tá hann rindar gjaldið ella góðkennir veksil.
Váðar við at nýta útflutningsinnheinting
Sambært altjóða innheintingarreglunum hevur BankNordik ikki ábyrgdina av, um vørurnar eru sum avtalað, ella um skjølini eru sonn ella røtt. Sum meginregla fær keypari ikki atgongd til vørurnar uttan røttu skjølini, men um vørurnar eru sendar beinleiðis til keypara, fær keypari vanliga vørurnar útflýggjaðar uttan skjøl. Tí er tað eitt gott hugskot at senda vørurnar umvegis ein farmasendara.