Innflutningsinnheinting
At nýta innflutningsinnheinting sum gjaldshátt merkir, at tú sum innflytari hevur møguleika fyri at gjalda vørurnar, tá tú heintar skjølini, t.v.s. eftir at vørurnar eru sendar. Á henda hátt kanst tú sleppa undan at gjalda forskot. Sambært altjóða innheintingarreglunum, kunnu vit ikki útflýggja skjølini til títt virki, fyrr enn upphæddin er goldin, ella tú hevur góðkent ein veksil.
Fyrimunir við innflutningsinnheinting
Sum innflytari av vørum kann títt virki fáa fleiri fyrimunir við at nýta innflutningsinnheinting.
- Gjaldið fer bert fram, tá skjølini eru løgd fram í bankanum, og bert við góðkenning frá tínum virki
- Títt virki hevur møguleika fyri at seta krøv til skjølini
Soleiðis virkar innflutningsinnheinting
Tað er seljari, ið byrjar innheintingarhandilin eftir avtalu við keypara. Tá seljari hevur sent vøruna, letur seljari avtalaðu skjølini inn í sín banka, sum sendir skjølini til BankNordik. Tú fært atgongd til skjølini, tá tú rindar ella góðkennir veksil.
Sum innflytari av vørum skalt tú taka støðu til, hvørji skjøl tær tørvar.
Váðar við at nýta innflutningsinnheinting
Sambært altjóða innheintingarreglunum hevur BankNordik ikki ábyrgdina av, um vørurnar eru sum avtalað, ella um skjølini eru sonn ella røtt. Av tí at gjaldið fer fram, áðrenn tú sum innflytari tekur ímóti vørunum, er ein ávísur váði fyri, at vørurnar ikki liva upp til avtaluna. Í hesum føri er tað eitt mál ímillum keypara og seljara.