Altjóða gjaldingar
Tá títt virki hevur samhandil við útheimin, fáa tit sjálvsagt tørv á antin at flyta pening til útheimin ella at móttaka pening úr útheiminum.
Vel rætta gjaldsháttin
Hvønn gjaldshátt, tú velur til altjóða gjaldingar, er ofta treytað av, hvussu væl tú kennir tann, tú handlar við. Um tit kennast væl og hava álit á hvørjum øðrum, kunnu tit nýta uttanlands flytingar, eisini nevndar Clean Payments. Annars kunnu tit nýta skjalsbaseraðar gjaldingar, eitt nú innheintingar, remburs ella ábyrgdir, ið geva størri trygd.