Gjaldoyra
Okkara toymi av royndum ráðgevum kann ráðgeva tínum virki um gjaldoyra og váðameting
Spothandil
Ein handil, handlaður fyri marknaðarkurs, við virðisdagfesting tveir dagar seinni. Peningurin er tøkur hjá tær innan tveir dagar.
Terminshandil
Ein avtala um at keypa/selja eina ávísa upphædd av fremmandum gjaldoyra fyri ein avtalaðan kurs ein avtalaðan dag. Tú kanst tryggja teg ímóti kurssveiggjum og kennir avrokningarkursin.
Gjaldoyraoptiónir
Við at rinda eitt tryggingargjald ber til at tryggja tær ein há- ella lágmarkskurs, soleiðis at tú kennir tínar framtíðarútreiðslur.
Gjaldoyra-swaps
Ein avtala millum tveir partar um at býta um rentugjøld og høvuðsstól í tveimum ymiskum gjaldoyrum. Tú umleggur gjaldoyra- og rentuváðan á láninum, men sparir umleggingarkostnaðin.