Sløg av ábyrgdum
Tað eru ymisk sløg av ábyrgdum, og fleiri sløg av ábyrgdum kunnu ofta verða nýttar í sambandi við sama sáttmála.
Ábyrgdir, ið veita seljara trygd
-
Gjaldsábyrgd (Payment Guarantee). Við eini gjaldsábyrgd er seljari tryggjaður at fáa útgoldið ásettu upphæddina, um keypari ikki heldur sína gjaldsskyldu.
Ábyrgdir, ið veita keypara trygd
-
Tilboðsábyrgd (Bid Bond). Við eini tilboðsábyrgd fær keypari trygd fyri endurgjaldi, um seljari ikki heldur sínar skyldur sum tilboðsgevi undir eini útbjóðing.
-
Arbeiðs-/avhendingarábyrgd (Performance Bond). Við eini arbeiðs- ella avhendingarábyrgd fær keypari trygd fyri endurgjaldi, um seljari ikki heldur sínar skyldur, í sambandi við til dømis avhending av vøruni ella virknaðin ella góðskuna á vøruni. Arbeiðs-ella avhendingarábyrgdin er vanliga 10-20 % av virðinum á sáttmálanum.
-
Forskotsábyrgd (Advance Payment Bond). Við eini forskotsábyrgd fær keypari trygd fyri endurgjaldi av tí goldna forskotinum, um seljari ikki heldur sínar skyldur sambært sáttmálanum. Forskotsábyrgdin er vanliga 10-40 % av sáttmálaupphæddini.
-
Eftirhaldsábyrgd (Retention Guarantee). Í sambandi við handil við stovnsfæi, eitt nú útgerð til verksmiðjur ella maskinur, verður ofta avtalað, at keypari hevur rætt til at eftirhalda ein part av gjaldinum í eitt tíðarskeið á t.d. 12 mánaðir. Seljari kann í hesum føri velja at stilla eina eftirhaldsábyrgd mótvegis keypara, ið gevur keypara trygd fyri at fáa endurgjald fyri feilir og manglar, sjálvt um øll sáttmálaupphæddin er goldin.