Um fyritøkan skal seljast
Um keyparar skulu vera áhugaðir í at keypa tína fyritøku, er tað umráðandi, at tú áhaldandi hugsar um at reka og menna fyritøkuna á skynsaman hátt til tess at tryggja eitt søluvirði.
Ein møguligur keypari brúkar ofta ráðgevar, t.d. grannskoðarar, at kanna virðið á fyritøkuni, ið áhugi er fyri. Tí er gott hjá tær at fáa greiðu á formligum viðurskiftum alt fyri eitt. Tú eigur tí at hava eina virkisætlan, har visión, missión, framtíðar møguleikar og váðar verða greinað. Eisini er gott at skriva virkisgongdir niður, soleiðis at vitan, royndir og virði verða skjalfest áðrenn eina møguliga sølu.
Rætti prísurin
Tað kann vera sera torført at meta um, hvør rætti prísurin fyri fyritøkuna er. Tí kunnu søgulig úrslit, marknaðarútlit og umrokning av framtíðarvinningi til nútíðarvirði geva eina góða ábending um prísstøðið. Ein góð meginregla er tó at hyggja at peningastreyminum í fyritøkuni, sum er ein uppgerð yvir inn- og útgjøld í einum ávísum tíðarskeiði. Her eigur sjálvandi at verða lagt upp fyri óvanligum inntøkum og útreiðslum av ymsum slagi.
Góð ráð til tín, ið umhugsar at selja
- Leita tær ráðgeving hjá ráðgeva, t.d. advokati ella grannskoðara til tess at fremja sølutilgongdina.
- Fyrireika teg væl, men ger sjálva sølutilgongdina so stutta sum gjørligt.
- Lat alt fara fram í størsta trúnaði, soleiðis at kundar, starvsfólk og onnur ikki kenna ótryggleika.
- Tryggja tær, at styrkirnar hjá fyritøkuna koma í ljósmálan í sølutilgongdini.
- Eru fleiri áhugaðir seljarar, er størri møguleiki fyri at fáa ein góðan prís fyri fyritøkuna.
- Hav peningastovnin við sum ráðgeva í tilgongdini, so tú veitst, at fíggjarligu viðurskiftini er í lagi.