Netbankin - Vinna

Vinnufunkur

Vegleiðingar

Ofta settir spurningar

Hvørji formatir kann mann útflyta úr Netbankanum?
  • PDF, CSV og Excel.
    CSV- og Excel-fílurnar kunnu setast beinleiðis inn í flestu bókhaldsskipanir.

  • Fyri at sjálvvirkja útflytingina og fyri at fáa fleiri dátur, ber til at stovna eina BankConnect-avtalu, soleiðis at bókingarnar verða tiknar niður á tykkara skipan sum ein Camt053-fíla. Tað kann setast upp so, at hetta sjálvvirkandi verður gjørt hvønn morgun. Set teg í samband við okkum, um tú vilt stovna avtaluna, og set teg síðani í samband við veitaran av bókingarskipanini fyri at knýta í BankConnect.

    • Kostnaður fyri BankConnect:
      - Stovnan 1.000 kr.
      - 300 kr. fyri hvønn ársfjórðing

  • Allar rakstrarkontur eru PSD2-kontur (t.e. gjaldskontur eftir tulking av lóggávu um PSD2). Set teg í samband við veitaran av tíni bókingarskipan fyri at hoyra meira um hendan møguleikan.

Innflytan av gjaldsfílum – hvørji format tekur Netbankin ímóti?

Netbankin tekur ímóti Kasel-fílum og Elektron-fílum. Sí meira kunning um SDC-Kaselformatið omanfyri.

Tørvar tær hjálp við at innflyta gjaldsfílur, sí vegleiðing omanfyri.

Skal ein flyting góðkennast sama dag, sum hon verðurstovnað?

Ja, tað skal hon. Flytingar í útbakkanum mugu í løtuni góðkennast sama dag, sum flytingin verður stovnað. Um tú vilt stovna flytingar yvir fleiri dagar fyri síðani at góðkenna tær, mæla vit til at goyma flytingarnar sum ”kladdu” heldur enn at leggja tær í útbakkan. Tá ið flytingarnar skulu góðkennast, skalt tú leggja tær í útbakkan.

Tað ber tó til at broyta eina útgingna flyting í útbakkanum og velja dags dato fyri síðani at góðkenna flytingina. Gev gætur, at tá skulu báðir góðkennarar góðkenna aftur, um flytingin krevur tveir góðkennarar.

Ber til at síggja loyvini hjá ymsu brúkarunum í Netbankanum?

Nei, í løtuni ber ikki til at síggja hetta í nýggja Netbankanum. Set teg í samband við okkum fyri at fáa innlit í hetta.

Kunnu kundar, sum ikki hava Samleika ella MitID nýtaNetbankan?

Nei, tað ber bert til at rita inn í Netbankan við Samleikanum ella MitID.

Á lønarportalinum kann mann bara rita inn við Samleikanum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv