Íløgur - ringar í vatni

Vit røkta íløgurnar fyri teg

Kundi tú hugsað tær ein einfaldan máta at gera íløgur? So er íløgurøkt rætta loysnin til tín. 

Íløgurøkt er ætlað tær, sum ynskir at gera íløgur, men sum samstundis vil sleppa undan at fylgja við á fíggjarmarknaðinum.

Vit gera arbeiðið fyri teg

Tá okkara serfrøðingar taka sær av tínum íløgum, sleppur tú undan at taka støðu til, nær tú skalt gera íløgur í ávís virðisbrøv, ella nær tíðin er komin at gera broytingar í íløgusamansetingini.

 

Samansaparing og íløgur

Íløgurøkt hóskar til tín, ið:

  • Ynskir at seta pengar í íløgur, men ikki hevur hugin ella tíðina at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.
  • Vil fáa mest burturúr tíni samansparing.
  • Hevur eina samansparing á minst 750.000 kr.
  • Ikki hevur ætlanir um brúka pengarnar innan 5 ár.

Fyrimunir

  • Íløguserfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur

  • Atgongd til marknaðir, ið privatir íleggjarar vanliga hava torført við at fáa atgongd til

  • Váðaspjaðingin er stór, sjálvt tá upphæddin er lítil

  • Møguleiki fyri, at vinningsbýtið sjálvvirkið verður sett í aftur virðisbrøv – soleiðis sleppur tú undan, at partur av tíni uppsparing ikki er settur í virðisbrøv (hetta er tó treytað av eini avtalu).

  • Yvirlit yvir tínar íløgur í Netbankanum

 

Ymiskir møguleikar

Vit bjóða ymiskar møguleikar, sum sjálvandi taka støði í tínum ynskjum, tíðarkarmi og váðafýsni.

Ognarrøkt

Til tín, ið hevur eina samansparing á minst 750.000 kr., har okkara serfrøðingar røkta tína samansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit.

Pensjónsrøkt

Okkara serfrøðingar røkta tína pensjónssamansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit.

Mand, der sidder med en laptop

Tú røktar íløgurnar

Fá meira at vita, um tú sjálv/ur vilt gera íløgur, t.d. í Netbankanum.

Samansparingar

Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv