Mastercard Debit Standard

Við Mastercard Debit Standard ber ikki til at brúka meira pening, enn tú eigur á kontuni. Tá ið tú brúkar kortið, verður upphæddin tikin av kontuni beinanvegin, so tú altíð hevur yvirlit yvir, hvussu nógv tú eigur. Mest loyvda nýtsla er 30.000 kr. um dagin.

Myndakort
Fá eitt persónligt kort sniðgivið við einari mynd, sum tú velur. Les meira.

Soleiðis bíleggur tú 
Send eini boð til tín ráðgeva umvegis Netbankan fyri at bíleggja kort. 

Sí nýtsluhámørk

Tá tú fært títt fyrsta Mastercard

Tá ið tú fært títt allarfysta Mastercard, fært tú ein flottan Nike ryggsekk í gávu. Spyr tín ráðgeva ella kom framvið í bankanum.

Tvey kort við at ferðast

Tað er eitt gott hugskot at hava meira enn eitt gjaldskort við, tá tú fert uttanlands. So kanst tú kenna teg tryggari, um annað kortið verður burtur ella gerst óvirkið á ferðini. Skalt tú leiga bil, er tað skilagott at hava eitt kredittkort við, tí bilaútleigarar krevja ofta, at goldið verður við kredittkorti.

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

Sperra kort

Mastercard kredittkort

Eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv