Mastercard kredittkort

Mastercard kredittkort er eitt altjóða gjaldskort, sum kann brúkast í handlum og matstøðum kring allan heimin.

Rentufríur kredittur

Kortið hevur ein rentufrían kreditt, ferðatrygging og avsláttaravtalur við útvaldar matstovur og handlar.

Mastercard Standard, Gold og Platinum hava øll eina ferðatrygging knýttað at kortinum. Tú kanst tó eisini velja at fáa Mastercard Standard uttan ferðatrygging.

Les meira um fyrimunir við kredittkortum longri niðri á síðuni.

Samanber kort

Standard

  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
  • Kreditthámark: 30.000 kr.
  • Møguleiki at velja ferðatrygging
  • Møguleiki at fáa familjukort

Gold

  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
  • Kreditthámark: 50.000 kr.
  • Ferðatrygging
  • Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • Møguleiki at fáa familjukort

Platinum

  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 10.000 kr.
  • Kreditthámark: 100.000 kr.
  • Ferðatrygging
  • Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • Møguleiki at fáa familjukort

Familjukort

Hevur tú eitt Mastercard kredittkort hjá okkum, kanst tú fáa eitt familjukort til makan og heimabúgvandi børn, sum eru eldri enn 18 ár. Ongar tryggingar ella ískoytistænastur eru knýttar at familjukortinum. Tryggingar eru bert knýttar at høvuðskortinum.

 

Mastercard og trygging

Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí tryggingartreytirnar niðanfyri.

Mastercard Gull og Platinum hava millum annað hesar tryggingarnar, sum tryggja familjuna, um man kemur illa fyri á netinum. 

Samleikatjóvarí

Sum dømi kann nevnast, at á Gull og Platinum kortinum fæst trygging fyri samleikatjóvarí. Verður tín samleiki stolin og misnýttur, veitir tryggingin endurgjald fyri løgfrøðiliga hjálp og mist arbeiði. Samleikatjóvarí fevnir um pass, talgild loyniorð, talgildar undirskriftir, koyrikort, pin-kotur, p-tal, kontonummur o.s.fr. 

Trygd á netinum

Platinum kortið hevur harafturat eina trygging, sum tryggjar teg og tína familju móti ágangi á netinum. Til dømis, um mann er úti fyri, at persónligar myndir, tekstur, sjónbrot og/ella ljóð verða almannakunngjørd á netinum. Tryggingin fevnir eisini um børn, sum ikki eru komin til lógaldurs, leggja myndir/ljóð/sjónbrot/tekst av sær sjálvum á netið. Tryggingin veitir tá endurgjald fyri løgfrøðiliga og praktiska hjálp at taka tilfarið av netinum aftur, umframt sálarfrøðiliga hjálp.

Tryggingarupphæddin og tryggingartreytirnar eru ymiskar fyri ymisku kortini. Les meira undir tryggingartreytunum ella set teg í samband við PrivatSikring á tlf. +45 70111707 ella á privatsikring@privatsikring.dk

  1. Tryggingartreytir fyri Mastercard Standard
  2. Tryggingartreytir fyri Mastercard Gull
  3. Tryggingartreytir fyri Mastercard Platinum

 

Fá avsláttur við tínum Mastercard korti

Tað fylgja nakrir serligir fyrimunir við kredittkortum, sum t.d. tryggingar og avsláttaravtalur. 

Tú kanst lesa um avsláttaravtalur her.


Viðkomandi leinki

  • Les kortásetingar her
  • Boða frá skaða her
  • Sí galdandi prísir her
  •  

    Fá avsláttur, tá tú ferðast

    Hevur tú eitt Mastercard, kanst tú fáa avsláttur, tá ið tú vitjar djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.

    Les meira

    Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

    Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

    Sperra kort

    Spurningar og svar

    Hvussu nógv kann eg brúka?

    Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um ymisku sløgini av kredittkortum umframt mørkini fyri mánaðarliga nýtslu.

    Síggj yvirlitið her.


    Hvat skal eg gera, um kortið er misnýtt?

    Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í netbankanum.

    Í okkara avgreiðslutíð kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið. Uttanfyri vanliga avgreiðslutíð kanst tú ringja til Nets.

    Uttan fyri vanliga upplatingartíð
    Ring til Nets á tlf. +45 44 89 29 29

    GG!
    Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

    • Navn
    • Bústað
    • Peningastovn
    • Kortnummar ella kontunummar 


    Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

    Hvussu sperri eg mítt kort?

    Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í netbankanum.

    Í okkara avgreiðslutíð kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið. Uttanfyri vanliga avgreiðslutíð kanst tú ringja til Nets. 

    Uttan fyri vanliga upplatingartíð
    Ring til Nets á tlf.  +45 44 89 29 29

    GG!
    Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

    • Navn
    • Bústað
    • Peningastovn
    • Kortnummar ella kontunummar 

    Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

    Hvat skal eg gera fyri at kunna brúka nýggja kortið?
    Kortið skal virkjast, áðrenn tað kann brúkast. Tú fært eitt bræv við kortinum, og har verður greitt frá, hvussu kortið skal virkjast. Tú sært eisini hvussu tú gert her.

    Les eisini

    Kundatænasta

    Fá hjálp til kortið

    Her fært tú hjálp, um tú skalt sperra kortið, ella um tú hevur spurningar um gjaldskort annars.

    Góð ráð

    Góð ráð um kort

    Fá góð ráð til at ansa eftir kortinum og minka um vandan fyri, at títt kort verður stolið ella misnýtt.

    Tosa við okkum

    Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

    330 330

    Send teldubræv