Samansparingar
Við einari samansparing kanst tú fáa peningin at vaksa og harvið skjótari røkka tínum málum. Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu.
Samansparing+
- Renta: 0,85%
- Eingin uppsagnartíð
- Einki lágmark
- Hámark: 1.000.000 kr.
- Tú kanst stovna fasta flyting ella seta pening inn, tá tú vilt
3 mánaða samansparing
- Renta: 2,20%
- 3 mánaðar uppsagnartíð
- Einki lágmark
- Einki hámark
- Tú kanst hava fleiri samansparingarkontur
Stutt og greitt um samansparingarkontur
- Kontan hevur skiftandi rentu
- Tú kanst velja at hava fleiri samansparingar, t.d. eina til bústaðin og eina til ferðir
- Tú kanst velja at hava kontuna óbundna ella bundna í 3 ella 12 mánaðir
- Tú gert av, hvussu nógv tú vilt spara saman
- Møguleika at tilknýta gjaldskort: Nei
- Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr.)