Deyði
Tá ið ein av tínum nærmastu doyr, kann tað verða trupult at hugsavna teg um løgfrøði, pengar og praktisk viðurskifti. Tí er tað eitt gott hugskot at taka støðu til, hvussu tit tryggja hvønn annan, soleiðis at torførar avgerðir um t.d. pengar ikki skulu takast í eini tíð við sorg.
Vit vilja fegin hjálpa og ráðgeva – eisini tá ið støðan er trupul. Við at fylgja leinkjunum niðanfyri kanst tú fáa nøkur góð ráð til, hvussu tú tryggjar tíni avvarðandi, ella hvat tú sum avvarðandi skal hugsa um.
Arvur og testamenti
Lurta eftir okkara poddi um arv og testamenti og fá eitt betri yvirlit yvir, hvør arvar hvønn, og hvat eitt testamenti fevnir um.