Alt tað praktiska
Tá ið tú ert avvarðandi at einum, sum júst er farin, eru tað ofta nógv praktisk viðurskifti at hugsa um og at taka støðu til. Vit hava niðanfyri gjørt ein lista, sum kann hjálpa tær at halda skil á øllum tí praktiska:
-
Boða sóknarprestinum frá andlátinum.
-
Tak støðu til, um tykkum tørvar hjálp frá einum gravarhjálpara (biðimanni), sum hevur tørv á dópsváttan, hjúnabandsváttan, samleikaprógvi, dópsváttan hjá hjúnafelaga v.m.
-
Stíla fyri jarðarferð.
-
Sig upp leigumál/bústað.
-
Sig upp ymisk hald. Til dømis hald til bløð, frítíðarítriv, telefon, internet o.s.fr.
-
Sig upp tryggingar og leigu/-leasingavtalur.
-
Fá yvirlit yvir skattaviðurskifti og gjøld, t.d. studningur og almennar veitingar.
-
Finn skjøl til Skiftirættin.
-
Sletta vanga á sosialu miðlunum.
Jarðarferð
Jarðarferðin er tykkara seinasta farvæl og sostatt eitt týdningarmikið punktum í lívinum hjá tí, sum er farin.
Um tú hevur tørv á einum práti um tann fíggjarliga partin, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.