Webinar um íløgur
Annaðhvørt tú umhugsar at keypa virðisbrøv sjálv/ur ella gjøgnum ein peningastovn, so kann tað tykjast torført at fara í holt við at gera íløgur fyrstu ferð.
Kvinnur gera færri íløgur enn menn
Vit vita, at kvinnur sum heild hava eina lægri pensjón enn menn, og harumframt vísir ein nýggj kanning hjá okkum, at kvinnur í minni mun enn menn seta pensjónssamansparingina í íløgur. Hetta kann fáa stóra ávirkan á, hvussu nógv tann einstaki hevur at liva fyri sum pensjónistur. Á webinarinum fara vit tí eisini stutt at greiða frá, hvørjir fyrimunir eru við at gera íløgur við pensjónssamansparingini.
Hygg eftir okkara webinari niðanfyri og fá svar uppá teir mest vanligu spurningarnir um íløgur.
Hvat skal eg vita, áðrenn eg geri íløgur?
Havi eg ráð at gera íløgur?
Tað er onki lág- ella hámark fyri, nær ein kann gera íløgur. Av tí at kostnaðir eru knýttir at íløgum, so fært tú helst ikki so nógv burtur úr at seta 200 kr. í virðisbrøv, men tú noyðist ikki at vera rík/ur og hava nógvar pengar fyri at kunna gera íløgur.
Tá ið tú gert íløgur við pensjónini og hevur eitt vanligt starv, so sparir tú skjótt nakrar túsund krónur saman. Og so kanst tú longu fara í holt við íløgur – hóast tú hevur spart saman í eitt stutt tíðarskeið.
Hvat er renters rente?
Vit ímynda okkum eitt byrjunarstøði, har vit í dag seta 100 kr. í íløgur. Um eitt ár, so hava vit havt eitt avkast á 4%. Tvs. at okkara 100 kr. eru blivnar 104 kr. Um vit so aftur fáa 4% í avkasti næsta árið, so fáa vit 4% í avkasti av 104 kr.
Hvat skal eg vita, áðrenn eg geri íløgur?
Um eg geri íløgur við pensjónini, kann eg so risikera at missa alla mína pensjón?
Tað kann henda, men sannlíkindini eru evarska lítil. Tá ið vit røkta íløgur fyri okkara kundar, so er tað altíð eitt býti av lánsbrøvum og partabrøvum. Um vit t.d. hyggja eftir miðal váða, so er býtið í hesum føri 50% í lansbrøv og 50% í partabrøv. Um vit fyrst hyggja eftir lánsbrøvum, so eru t.d. donsk statslánsbrøv ofta ein partur av íløgunum. Fyri at kundin skal missa allan sín lánsbrævapart, so skal tann danski staturin ikki vera førur fyri at gjalda okkum tann peningin, sum vit hava lánt honum. Tað er sera lítil sannlíkindi fyri, at tann danski staturin fer á húsagang.
Um vit hyggja eftir partabrøvunum, so eru tað sum oftast eitt stað ímillum 100 og 200 ymisk partabrøv, sum verða útvald til røktina hjá kundanum. Fyri at kundin skal missa alla íløguna í partabrævapartinum, so skula øll hesi 200 feløgini/fyritøkurnar, sum peningurin er settur í, fara á húsagang. Tvs. so skulu t.d. Netflix, Facebook, Amazon, Novo Nordisk og 100 onnur feløg fara á húsagang samstundis. Sannlíkindini fyri hesum eru sera lítil.
Hvussu veit eg, um eg havi lágan, miðal ella høgan váðaprofil?
Tá ið tú hevur ein íløgufund við kundaráðgevan í BankNordik, so fert tú ígjøgnum eina váðaroynd, har tú svarar nøkrum spurningum. Hendan váðaroyndin gevur tær eina ábending um, hvar tú liggur í mun til váða. Tú kanst altíð velja at seta tínar íløgur í ein annan váða, um tú ynskir hetta.