Øll børn í 1. flokki fáa eina Vitello bók frá Føroya Banka

Í dag byrja 760 børn í 1. flokki kring landið. Eins og undanfarin ár lata vit øllum børnunum eina bók, tá tey byrja í skúla. Hesa ferð lata vit eina Vitello bók, sum var varð týdd til føroyskt í fjør, tí tá lótu vit hana fyrstu ferð til 1. floksbørn. Bókin eitur ”Vitello skal vera stóribeiggi”. 

Vitello bøkurnar eru ein stuttlig røð bæði fyri stór og smá, sum Kim Fupz Aakeson hevur skrivað, og Niels Bo Bojesen hevur teknað. Bøkurnar eru ætlaðar eldri børnum, sum ganga í grunddeild, men kunnu eisini lesast fyri yngri børnum.

At lesa stimbrar málmenningina, samstundis sum tað er ein hugnalig og gevandi løta, har ein hugsavnar seg.

”Stuðul av hesum slagi er sera umráðandi fyri okkum. At styrkja og menna tað føroyska málið er ein felags ábyrgd, sum vit øll hava. Tí hava vit í fleiri ár latið øllum 1. floksbørnum eina bók, sum stimbrar málmenningina. Harafturat stuðla vit eisini Bókaklubbanum, so føroysk útisetabørn fáa føroyskar bøkur fyri sama prís, sum børn í Føroyum. Vit ynskja øllum børnum góðan lesihug og blíðan byr í spennandi tíðini, sum er fyri framman”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv