Virkja kort

Tá tú skalt virkja títt gjaldskort, skalt tú brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu.

Kundanummar

Tú finnur kundanummarið í tínum persónliga netbanka undir ”Brúkaraupplýsingar”. Kundanummarið sæst eisini á tínum kontoavriti.

Soleiðis virkir tú kortið:

  • Ring +45 44 89 73 50
  • Skriva kortnummarið (16 tøl á framsíðuni á kortinum) – enda við #
  • Skriva kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 og fýra tey seinastu tølini í tínum persónliga kundanummari.

 

PIN-kota

Hevur tú netbanka, finnur tú PIN-kotuna í tínum persónliga netbanka. Hevur tú ikki netbanka, fært tú PIN-kotuna við postinum. Hetta er bert galdandi, um tú ikki nýtir felags PIN-kotu.

 

Nándgjald

Fyrstu ferð tú setur kortið í gjaldsterminalin og trýstir tína PIN-kotu, verður nándfunkan á kortinum virkin. Eftir hetta kann kortið brúkast til at rinda upp til 350 kr. uttan at seta kortið í terminalin.

 

Minst til:

  • at kanna eftir, at upplýsingarnar á nýggja kortinum eru rættar.
  • at fyrstu ferð, tú nýtir kortið, má kortið setast í terminalin og pin-kota nýtast fyri at virkja tráðleysu loysnina.
  • at stovna tær eitt persónligt loyniorð hjá Nets til keyp á netinum. Tú kanst gera tað við at fara inn á leinkið nets.eu/3dsfo.
  • at dagføra kortupplýsingarnar, um tú hevur teknað ymisk hald við kortgjaldi, t.d. stroyming-tænastur, App store, Galaxy store o.s.fr.

 

 

Góð ráð um kort

Les um, hvussu tú ansar eftir og brúkar kortið best.

Netbankin

Les um tínar møguleikar við Netbankanum.

Netbankin sum app

Les meira um, hvussu tú brúkar Netbankan á telefonini.

Ansa eftir kortinum

Fá góð ráð til at ansa eftir gjaldskortinum.