Gjaldskort

Ofta settir spurningar

Nær fái eg kortið, sum eg havi bílagt?

Tá tú hevur bílagt eitt kort, kunnu uml. tvær vikur ganga, til tú fært nýggja kortið.

Hvussu sperri eg mítt kort?

Sperra kortið beinleiðis í netbankanum undir "Míni kort".

 

Hevur tú ikki netbanka, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna ella tína deild fyri at sperra kortið. Uttanfyri vanliga avgreiðslutíð kanst tú boða frá hjá Nets í Danmark.


Sperra kort hjá Nets
Ring á tlf. +45 44 89 29 29

Minst til at upplýsa 
Tá tú boðar Nets frá, skalt tú upplýsa:

  • Navn
  • Bústað
  • Peningastovn
  • Kortnummar ella kontunummar

Kortið verður síðan sperrað og kann ikki nýtast ella misnýtast.

Hvat skal eg gera, um mítt kort er horvið ella vorðið misnýtt?

Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í netbankanum.

Hvussu nógvan pening kann eg brúka við mínum korti uttanlands?

Tá tú brúkar títt kort uttanlands, kunnu ymiskar avmarkingar vera á upphæddum, og harafturat kunnu gjøld verða áløgd. 

Sí nýstluhámørk til ymsu kortini her.

Hvar síggi eg eitt yvirlit yvir míni kort?

Tú sært eitt yvirlit yvir tíni kort í netbankanum.
Innrita í netbankan – trýst á Valmynd - trýst á Míni kort.

Hvat skal eg gera fyri at kunna taka nýggja kortið í nýtslu?

Kortið skal virkjast, áðrenn tað kann nýtast. Tú fært eitt bræv við kortinum, og har verður greitt frá, hvussu kortið skal virkjast. Les um, hvussu tú virkjar kortið her.

Tú sært tína pin-kotu í netbankanum.

Hvat skal eg gera, um mítt kort ikki riggar?

Set teg í samband við okkum, um kortið ikki riggar.

Hvussu bíleggi eg eitt kort?

Set teg í samband við tín ráðgeva umvegis netbankan. Tað tekur vanliga 2-3 vikur, til tú fært nýggja kortið.

Hvat skal eg gera, tá mítt kort gongur út?

Tú skalt einki gera. Eitt nýtt kort verður sjálvvirkandi sent til tín.

Hvat skal eg gera, um eg havi gloymt mítt loynital?

Tú sært tína pin-kotu í netbankanum.

Far undir Valmynd og trýst á Míni kort.

Hvussu endurbíleggi eg eitt kort?

Tær nýtist ikki at endurbíleggja eitt kort. Vit senda tær nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út.

Hvussu nógvan pening kann eg brúka við mínum korti í Føroyum?

Tað veldst um, hvat slag av korti tú hevur. Upplýsingar um mørk fyri nýtslu síggjast her.