Kontur og gjaldingar
Kann eg ringja til bankan og fáa upplýsingar um saldu á kontu míni?
Nei, av trygdarávum hava vit broytt hesa mannagongd, og tískil ber ikki til at ringja til bankan og á tann hátt fáa upplýsingar um saldu. Ístaðin vísa vit til sjálvgreiðslutænastur okkara: Netbankan, netbankan sum app og Boðtænastuna. Við hesum tænastum umframt kontuavriti og sjálvtøkum ber til at fáa upplýsingar um saldu o.a á ein tryggan og lættan hátt.
Hvussu síggi eg saldu á kontu míni?
Tú hevur 3 møguleikar:
- Síggj saldu í netbankanum
- Síggj saldu á smarttelefonini við netbankanum sum app
- Fá upplýsing um saldu í sjálvtøkum bankans
Hvussu flyti eg peningagávu í sambandi við jarðarferð?
Tú hevur hesar møguleikar:
1. Set teg í samband við tín ráðgeva í netbankanum ella kom framvið á tíni nærmastu deild (kostnaður 50 kr. Sí annars prísbókina).
Upplýs navn hjá viðkomandi, ið fer til gravar.
Upplýs hvør skal standa sum avsendari.
Upplýs hvør skal hava peningagávuna.
Vit avgreiða flytingina og senda eitt kort til avvarðandi.
2. Ger flyting í netbankanum (ókeypis).
Set teg í samband við tey, sum skulu hava peningagávuna og bið tey um kontunummar.
Avgreið flytingina í netbankanum.
Minst til at viðmerkja navnið á viðkomandi, sum fer til gravar.
Vit senda ikki kort til avvarandi.
Hvussu flyti eg eina upphædd til eina aðra kontu í Føroyum?
Tú hevur tveir møguleikar:
- Flyt pening umvegis netbankan og netbankan sum app
Tað er lætt og ókeypis at gera flytingar í netbankanum. Innrita í netbankan og trýst á bláa knøttin í niðara høgra horni.
Tú kanst lesa meira, umframt bíleggja netbanka, her. - Ger flyting í tíni deild
Tú kanst eisini koma inn í deildina at avgreiða eina flyting.
Hvussu gjaldi eg girokort og inngjaldskort?
Tú hevur tveir møguleikar:
- Rinda umvegis netbankan ella netbankan sum app
Tað er lætt og nógv bíligari at gjalda títt giro- og inngjaldskort umvegis netbankan. Innrita í netbankan – vel Kontur og gjaldingar – trýst síðani á Inngjaldskort.
Tú kanst lesa meira, umframt bíleggja Netbanka, her. - Rinda í tíni deild
Tú kanst eisini koma inn í deildina at gjalda giro- og inngjaldskort. Legg til merkis, at tú tá kanst vænta eina avgreiðslutíð á 3 dagar, áðrenn gjaldið er bókað.
Sí yvirlit yvir deildir okkara í Føroyum.
Er talan um eina regluliga flyting, kanst tú melda til í MínRokning ella GjaldSkipanini. Á inngjaldskortinum sært tú tey tølini, tú skalt brúka fyri at melda til.
Hvussu seti eg pening inn umvegis náttarboksina?
Fyri at seta pening inn umvegis náttarboks skalt tú hava eina avtalu við eina av deildum bankans. Vinarliga set teg í samband við ta deild, har tú ynskir at stovna avtalu um náttarboks.
Hvussu fái eg yvirlit yvir mínar kontur?
Tú hevur hesar møguleikar:
- Í netbankanum kanst tú síggja eitt yvirlit yvir allar tínar kontur
- Í ársyvirlitinum
Hvussu síggi eg flytingar á míni kontu?
Tú hevur hesar møguleikar:
- Tú sært allar flytingar í netbankanum
Innrita í netbankan – vel kontu. - Tú sært seinastu bókingar í sjálvtøkuni
Hvussu seti eg pening inn?
Tú kanst seta seðlar inn í fleiri av okkara sjálvtøkum. Les meiri her. Tú kanst fáa myntir upptaldar í øllum deildum.
Hvat geri eg, um eg ikki havi fingið eina flyting?
Hevur tú ikki fingið eina flyting, skalt tú seta teg í samband við sendaran.
Hvussu stovni eg eina fasta flyting?
Tú hevur hesar møguleikar:
- Netbankin: Innrita í netbankan – trýst á Valmynd – vel Fastar flytingar - vel plussið ovast til høgru.
- Kom inn á eina av deildum okkara.
Hvar fái eg yvirlit yvir mínar gjaldsavtalur?
Í netbankanum sært tú tínar gjaldsavtalur gjøgnum Gjaldsskipanina:
Innrita í netbankan - trýst á Valmynd - vel Flytingar - vel Gjaldsavtalur.
Hvussu bíleggi eg gjaldoyra?
Tú kanst bíleggja gjaldoyra á heimasíðu okkara.
Hvussu gevi eg fulltrú til mína kontu?
Saman við persóni, ið skal hava fulltrú til tína kontu, verður tú sum kontuánari biðin um at koma inn í tína deild. Minnist til at hava samleikaprógv við.
Hvar finni eg mítt IBAN-nummar?
Hvør konta hevur sítt egna IBAN-nummar. Tú hevur tríggjar møguleikar, tá tú skalt finna IBAN-nummarið á tíni kontu:
- Í netbankanum
- Innrita í netbankan
- Vel kontuna, tú skalt kanna
- Vel tríggju prikkarnar ovast til høgru
- Vel kontulýsing - Í netbankanum sum app
- Innrita í netbankan sum app
- Vel kontuna, tú skalt kanna
- Vel tríggju prikkarnar ovast til høgru
- Vel "Vís nærri lýsing av kontuni" - IBAN nummarið er eisini at finna á kontuavritinum.
Hvar finni eg mítt kontunummar?
Tú hevur tríggjar møguleikar, tá tú skalt finna títt kontunummar:
- Netbankin
- Kontunummarið stendur á tínum gjaldskorti
- Kontunummarið stendur á tínum kontuavriti
Hvussu flyti eg pening til útlond?
Tú hevur hesar møguleikar:
- Ger flyting umvegis netbankan
Tað er lætt at flyta pening til útlond umvegis netbankan. Innrita í netbankan – vel bláa knøttin við pílunum – vel Útlond. - Ger flytingar í tíni deild
- Eisini kanst tú senda oyðublaðið av flyting til útheimin til tín ráðgeva ella til kundi@bankin.fo
Tak oyðublaðið til bílegging av flyting til umheimin niður her (FO).
Download the form for international transfers here (EN).
Hvussu bíleggi eg myntir?
Set teg í samband við okkum.
Hvussu tømi eg Nósa?
Í deild tíni. Peningurin verður settur á kontu sama dag.
Hvar síggi eg, hvørji gjøld verða tikin?
Sí okkara prísbók her.
Hvussu síggi eg rentuna á míni kontu?
Tú hevur hesar møguleikar:
- Í netbankanum
Vel kontuna, tú kannar – vel tríggjar prikkar - vel Kontulýsing/Vís nærri lýsing - Set teg í samband við okkum
Hvussu bíleggi eg eitt kontuavrit?
Tú hevur hesar møguleikar:
- Í Skjalagoymsluni
Innrita í netbankan – vel Valymynd - vel Skjalagoymsla. Á netbankanum sum app sært tú bert aftur eini 2 ár. Um tú hevur tørv á at síggja longur aftur, kanst tú rita inn á netbankan á telduni. - Set teg í samband við okkum.