Fyrimunaskipan fram til 31. august 2024

Her eru prísirnir og treytirnar, ið eru galdandi fyri kundar í fyrimunaskipanini, galdandi fram til 31. august 2024.

Prísyvirlit

Treytir

 

Í sambandi við at fyrimunaskipanin verður avtikin hava vit savnað nakrar spurningar og nøkur svar um broytingarnar:

 

Hvussu koma broytingarnar at ávirka meg?

  • Avslátturin á gjaldskortum, sum higartil hevur verið ávikavist 10% og 25%, verður strikaður.
  • Avslátturin við Priority Pass fellur burtur.
  • Renturnar á tínum lánum halda fram óbroytt– tað, at fyrimunaskipanin verður avtikin, ávirkar ikki renturnar á tínum lánum.
  • Netbankin verður verandi ókeypis, og harafturat er Netbankin nú ókeypis fyri allar privatkundar.
  • Tað verður ókeypis at rinda við inngjaldskorti í Netbankanum.
  • Fram til 31. august hevur tú møguleika at stovna eina samansparingarkontu við binding í 3 mðr. við eini rentu, sum er 0,5% hægri enn vanliga rentan. Hevur tú longu slíka kontu, er rentan longu broytt. Kundi tú hugsað tær at stovna eina slíka samansparingarkontu, kanst tú gera tað her ella set teg í samband við okkum.

 

Ávirkar hetta renturnar?

Nei, hvørki lán ella rentur á lánum verða ávirkaðar av, at fyrimunaskipanin verður avtikin.

 

Fer hetta at kosta mær meira?

At avslátturin av gjaldskortum fellur burtur hevur við sær, at tú frameftir fert at rinda meira fyri gjaldskort. Hinvegin so hevur tú møguleika at fáa eina hægri innlánsrentu fyri tína samansparing. Harafturat verður gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti strikað.

Hóast avslátturin á gjaldskortum fellur burtur, eru prísirnir kappingarførir.

 

Skal eg gera nakað í sambandi við broytingarnar?

Nei, tær nýtist einki at gera – broytingarnar hendan sjálvvirkandi. Tú ert tó altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar.