Vegleiðing
Vælkomin til vegleiðingina um uttanlandsflytingar. Niðast í høgra horni sært tú ein appelsingulan knøtt. Trýst á hann fyri at fáa eitt yvirlit yvir ymisku teigarnar í vegleiðingini, um tú vilt lesa eitt ávíst brot.
Uttanlandsflyting
Tað eru tvey sløg av uttanlandaflytingum:
- Vanlig flyting: Er vanliga á útlendsku kontuni tveir gerandisdagar seinni
- Skundflyting: Er vanliga á útlendsku kontuni sama gerandisdag
- Vanliga flytingin skal avgreiðast áðrenn kl. 13.00
- Skunsflytingin skal avgreiðast áðrenn kl. 12.00
Um tú gert flytingina seinni enn ásettu tíðirnar, verður flytingin avgreidd dagin eftir, og tú skalt leggja ein dag afturat tíðini tað tekur, til pengarnir eru á útlendsku kontuni.
Fyrsta stig
Trýst á bláa knøttin fyri at byrja.
Næsta stig
Trýst á gráa knøttin "Útlond" fyri at halda fram
Triðja stig. Vel upphædd og gjaldoyra
- Vel ynsktu upphæddina.
- Trýst á gráa DKK knøttin fyri at velja gjaldoyra.
- Trýst á "næsta” fyri at halda fram.
Fjórða stig.
Vel kontuna, sum tú ynskir at flyta pening av.
Fimta stig. Við ella uttan IBAN
Skriva IBAN-nummarið í teigin, sum eitur ”IBAN/Kontunummar”
BIC/SWIFT kemur sjálvvirkandi fram
Ger flyting uttan IBAN-nummar
Um tú flytur pengar til eitt land, sum ikki nýtir IBAN, skriva so kontunummarið í teigin ”IBAN/Kontunummar” og eisini í BIC/SWIFT
Um bankin, sum tú flytur til, ikki nýtir BIC/SWIFT, kemur ein nýggj síða á skíggjan. Tøppa síðani FW/ABA/Routing no. og smálutir um bankan inn á ta nýggju síðuna.
Goym móttakaran til seinni
Um tú vilt goyma móttakaran í tínum Netbanka, trýst á gráa knøttin undir liðini á ”Goym móttakara”.
Knøtturin kemur fram, tá ið tú hevur skrivað IBAN ella kontunummarið.
Sætta stig. Kostnaður og dagfesting
Vel ”Kostnaðarbýti” fyri at velja, hvussu tú vilt býta kostnaðin av flytingini millum teg og móttakaran. Tú hevur tríggjar møguleikar:
- Sendari og móttakari rinda: Sendari rindar fyri føroyskan kostnað, og móttakarin rindar fyri útlendskan kostnað. Móttakarin fær tá upphæddina, sum tú flytur, minus útlendska kostnaðin.
- Móttakari rindar. Móttakari rindar allan kostnaðin. Móttakarin fær tá upphæddina, sum tú flytur, minus allan kostnað fyri flytingina.
- Sendari rindar. Sendari rindar allan kostnaðin. Móttakarin fær tá alla upphæddina á kontu.
Um tú ynskir, at flytingin fer fram ein ávísan dag, trýst so á kalendara-ikonið.
Fyri at halda fram, trýst á ”næsta” niðast á skíggjanum.
Sjeynda stig. Móttakari og boð
Báðir teigirnir eru kravdir.
- Móttakari: Skriva navn, bústað og land hjá móttakara.
- Boð til móttakara: Greið frá orsøkini til flytingina.
Áttanda stig. Góðkenn flytingina
Drag pílin frá vinstru til høgru fyri at góðkenna flytingina.
Um tú vilt goyma flytingina til seinni, trýst so á gráa knøttin "Goym til seinni".
Tú finnur goymdar flytingar undir ”Klivin” – ”Gjaldingar”.
Tá ið tú verður biðin um tað, tøppa so loynitalið inn, sum tú hevur fingið umvegis sms.
Góðkenn flytingina við Samleikanum.
Níggjunda stig. Flyting framd
Uttanlandsflytingin er nú avgreidd. Vilt tú síggja eina nærri lýsing av flytingini, far so aftur á valdu kontuna og trýst á uttanlandsflytingina, sum tú júst hevur framt.