NordikUng
– til tín millum 13-17 ár
Sum tannáringur hevur tú nógva ferð á lívinum, og tú hevur helst ikki stóran tørv á at hugsa um pengar og bankar. Øll fáa tó einaferð tørv á ráðgeving um pening. Tað kann vera í sambandi við, at tú byrjar at arbeiða, tá tú fert undir útbúgving ella í sambandi við onnur endamál. Tá er tað gott at kunna koma í ein banka, sum kennir teg. Hjá okkum fært tú fram um alt góða persónliga ráðgeving.
Við NordikUng fært tú
- NordikUng kontu - við frælsi at taka út, og har tú til dømis kanst seta tín lummapening ella lønina frá frítíðarstarvinum inn
- Ókeypis Mastercard Debit Standard - gjaldskort, sum tú kanst gjalda við í handlum og á netinum.
- Ókeypis Netbanka, so tú kanst fara í bankan, tá tú vilt
- Fastan persónligan ráðgeva
- Ókeypis boðtænastu, har tú lætt kanst halda eyga við ymsum rørslum á kontuni