Gjaldoyraoptiónir
Við eini gjaldoyraoptión fært tú ein rætt – men ikki skyldu – til at keypa ella selja eina avtalaða nøgd av einum gjaldoyra til ein fastan prís á einum ávísum degi í framtíðini.
Gjaldoyraoptiónir í BankNordik geva tær:
- eina "trygging" tá gjaldoyragongdin ikki er eftir vild
- ein rætt – men ikki eina skyldu – til at nýta optiónina
- møguleika fyri at dekka tín gjaldoyraváða – eisini tá tú gevur tilboð
Hetta merkir fyri teg, at tú:
- kanst savna teg um raksturin í tínari fyritøku, tí at tín gjaldoyraváði er burtur
- kanst vinna pening, tá gongdin í gjaldoyranum er til vildar, men ikki skalt vera bangin fyri eini skeivari gongd
- eisini meðan tilboð vera givin, kanst tú sova róliga um náttina, tá talan er um gjaldoyrakursin
- ikki bindir alla upphæddina, men bert skalt rinda eitt gjald