Drykkjupeningur í Evropa
Bulgaria
- Stovugenta: 20 BGN um vikuna.
- Ørindadrongur (piccolo): 1 BGN fyri hvørt viðføri.
- Hýruvognur: Runda upp.
Ongland
- Tænari: Uml. 10 %, um tænastugjald á 12,5 % ikki longu er íroknað.
- Stovugenta: Einki á styttri ferðum – annars 1 pund um náttina.
- Hýruvognur: 10 %.
Frakland
- Tænari: 10-15 %, um tað ikki longu er partur av rokningini.
- Stovugenta: Vanliga einki – tó kanst tú lata eitt sindur, um tú vilt.
- Hýruvognur: Runda upp (til næstu evru).
Grikkaland
- Tænari: 5-10 % - verður givið sum ískoyti til tænastugjaldið, sum er við í rokningini.
- Stovugenta: 2,50 evrur fyri hvønn persón um vikuna.
- Hýruvognur: Runda upp.
Italia
- Tænari: 10-15 % - vanliga er tænastugjaldið við í rokningini.
- Stovugenta: 1-2 evrur fyri hvørja nátt.
- Hýruvognur: Runda upp
Kroatia
- Tænari: 10 %.
- Stovugenta: Um reingerðin er nøktandi, kanst tú lata 100 HRK um vikuna fyri kamarið.
- Hýruvognur: Einki.
Portugal
- Tænari: 10-15 % - vanliga er tænastugjaldið við í rokningini.
- Stovugenta: Uml. 5 evrur um vikuna.
- Hýruvognur: Runda upp.
Spania
- Tænari: 7-10 % - verður latið sum ískoyti til tænastugjaldið, sum er roknað uppí rokningina.
- Stovugenta: 4-5 evrur fyri hvønn persón um vikuna.
- Hýruvognur: 10 %
Kekkia
- Tænari: 5-10 %.
- Hýruvognur: Runda upp.
Turkaland
- Tænari: Uml. 10 % av rokningini.
- Stovugenta: Uml. 10 TRY um vikuna fyri hvønn persón.
- Hýruvognur: Runda upp
Týskland
- Tænari: 5-10 %
- Hýruvognur: Runda upp
Ungarn
- Tænari: 10 % av rokningini, um tænastugjaldið ikki longu er íroknað.
- Hýruvognur: Runda upp.
Eysturríki
- Tænari: 5 % - verður givið sum ískoyti til rokningina.
- Stovugenta: 1 evra um dagin fyri hvønn persón.
- Hýruvognur: Runda upp