Nándkort

Eitt nándkort er tað sama sum eitt "kontaktleyst" kort. Við nándkorti kanst tú rinda við gjaldskortinum uttan at seta kortið í kortterminalin. Tú skalt bert halda kortinum at terminalinum, og tað er ikki neyðugt at brúka pinkotu, um keypsupphæddin er undir 350 kr. Øll keyp omanfyri 350 kr. skulu tó góðkennast við pinkotu.

Kortini kunnu brúkast bæði í Føroyum og uttanlands. Kortterminalar, ið taka ímóti nándkortum, hava hetta frámerki: 

Lætt, trygt og skjótt

Nándkortini brúka somu tøkni sum kort uttan nándfunku, og tey eru framvegis millum tryggastu gjaldskort í heiminum. Av trygdarávum verður tú við jøvnum millumbilum biðin um at seta kortið í terminalin og brúka pinkotuna. Um tú missir kortið, ella tað verður stolið og misnýtt til keyp við nándfunkuni, kanst tú ikki ábyrgjast. 

Soleiðis brúkar tú nándkort

  • Upphæddir undir 350 kr.: tú heldur kortið at kortterminalinum.
  • Upphæddir omanfyri 350 kr.: tú skalt eisini trýsta pinkotu.
  • Tá OK stendur á kortterminalinum, er gjaldið framt, og tú fært kvittanina.

Hvar kunnu kortini brúkast?

Allir handlar og matstovur hava ikki terminalar, ið kunnu taka ímóti nándkortum. Hetta er tó eingin trupulleiki, tí nándkortini kunnu eisini brúkast sum vanligt í hesum terminalum - t.v.s. við at seta kortið í terminalin og trýsta pinkotuna. 

Soleiðis fært tú eitt nándkort

Frá 1. september 2015 hava øll nýggj gjaldskort nándfunkuna innbygda. Sostatt fært tú sjálvvirkandi eitt nándkort, tá títt núverandi kort gongur út. Um tú vilt bíleggja eitt nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Um tú bíleggur eitt nýtt kort, áðrenn gamla kortið gongur út, eru vanligu tænastugjøld bankans galdandi. Sí yvirlit yvir prísir her.

Les eisini

Visa/Dankort

Eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann brúkast kring allan heim.

Mastercard

Mastercard er eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Bílegg kort

Bílegg tað kortið, ið hóskar til tín tørv.

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Skalt tú ferðast, er tað hent at vita, hvør siðvenjan er í ymisku londunum.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv