Sethúsatrygging
Tær røttu tryggingarnar geva tær eina fíggjarliga trygd, um skaði kemur á títt heim. Við Sethúsatrygd verða húsini nývirðistryggjað.
Hvat fevnir Sethúsatrygd um?
Sethúsatrygd tryggjar sjálvi húsini móti storm-, bruna- og vatnskaða. Umframt at veita endurgjald fyri sethúsini, veitir Sethúsatrygd eisini fulnað, um tørvur er á kreppuhjálp í sambandi við álvarsaman skaða á sethúsini, eitt nú av bruna ella tílíkum.
Umframt sjálvan bygningin fevnir tryggingin eisini um harðar hvítvørur, antennur, parabolar, flaggstengur og skaða av leka í tryggjaðum, fjaldum veitingarleiðum. Umframt sethúsatyggingina, er skilagott at tryggja aðrar ognir, so sum innbúgv.
Fyribyrg skaðum
Gloym ikki roykvarnarar, pulvursløkkjarar og brandteppi, so tú eisini kanst fyribyrgja skaðum.