Par situr og drekkur kaffi við bátahylin

Webinar

Pensjón og arvur

Hvussu seti eg mína pensjónssamansparing saman? Hvørjar lívstryggingar skal eg hava? Hvør arvar pensjónina, um eg doyggi?

Vit vita, at tað kann tykjast fløkjasligt og ørkymlandi at taka støðu til hesi viðurskifti. Á webinarinum Pensjón og arvur greiða Svend Jacobsen, pensjónsráðgevi, og Jóhann E. Simonsen, løgfrøðingur, nærri frá um ymisk viðurskifti innan pensjón og arv.

Ynskir tú eitt prát við okkum um tíni tryggingar- og pensjónsviðurskifti, kanst tú bíleggja ein fund her. 

 

Webinarið sært tú her

               Spurningar og svar

Hvat er pensjón?
Pensjón, er ein upphædd, sum tú hevur spart saman hjá tínum pensjónsveitara, og sum tú fært útgoldna, tá ið tú verður 67 ár, ella tá ið tú fært fólkapensjón. Upphæddin veldst um, hvussu nógv tú hevur goldið inn, meðan tú hevur spart saman. Lógarásetta kravið er minst 7% í 2021, og hetta vekstur við 1% prosenti fram til 2029, tá ið øll skulu rinda 15%. Tú kanst tó, um tú vilt, hækka gjaldið longu nú.
Hvussu nógv skal eg spara saman í pensjón?
Tað veldst um, hvussu tú vilt hava tína pensjónstilveru at síggja út. Tú ynskir kanska at ferðast, keypa summarhús, ella kanska hevur tú nokk við einari minni uppsparing. 

Lógarkravið er í 2021, at tú skalt gjalda minst 7% av lønini til pensjón. Hetta gjaldið hevur tú møguleika fyri at hækka longu nú. Tað er vert at umhugsa, um tú rindar nóg nógv inn á samansparingina. Tað er eitt gott hugskot at bíleggja eitt prát við ein av okkara pensjónsráðgevum, so tú fært innlit í allar møguleikar, og so tú á tann hátt fært lagt bestu ætlanina fyri tína pensjón. 

Arvast pensjón?

Pensjónin kann arvast, um ein ikki hevur sett nakran inn sum njótunartilskilaðan. Tá fer pensjónin í búgvið. Fara kreditorarnir ikki við pengunum, fara pengarnir víðari eftir arvareglunum. Flestu veitarir hava nærmasta avvarandi insettan sum njótunartilskilaðan. Tí fer pensjónin vanliga til tann, sum er insettur sum njótunartilskilaður. Njótunartilskilan merkir í stuttum, at tú sjálv/ur avger, hvør skal hava tína lívstrygging/pensjón.
Ein arvar bara virðir, sum merkir, at er talan um skuld, so arvar eingin, tí so fer skuldin til kreditorarnar. Hevur búgvið eitt ávíst virði, fer hetta virðið til arvingarnar. 

 
Hvørjar lívstryggingar skal eg tekna mær?

Um tað ringasta skuldi hent, er týdningarmikið at hava røttu tryggingarnar, so tú kanst tryggja teg og tína familju, soleiðis at tit ikki noyðast at stúra fyri tí fíggjarliga, um tit verða rakt av óhappi ella sjúku. Niðanfyri sært tú hvat ymisku tryggingarnar fevna um. 

Bólkalívstrygging - Um tú skuldi fallið frá, verður ein upphædd goldin út til tey, ið sita eftir, ella goldin inn á tína skuld.

Bráðsjúkutrygging- Ein upphædd verður goldin út, um tú ella barn títt verða bráðsjúk.

Óarbeiðsføristrygging- Kann tryggja tær eina mánaðarliga skattafría inntøku, so leingi óarbeiðsførið varar.

Hvussu tryggja vit hvønn annan, tá vit ikki eru gift?
Sambúgvar arva ikki hvønn annan, um tey ikki eru gift. Tó kunnu testamenti og avtalur gerast, sum kunnu tryggja teg í ein ávísan mun. Hetta krevur, at ein viðlíkaheldur avtalurnar, so tær hóska til tína lívsstøðu. 
Kann eg brúka av pensjónini, áðrenn eg fari á pensjón?

Sambært lóggávuni kann man ikki brúka av pensjónini, áðrenn pensjónsaldur, sum í 2021 er 67 ár. Pensjónin er oyramerkt til pensjónslívið.

Kann eg frásiga mær arvin?
Tú kanst frásiga tær arvin við at siga nei til hann. Hetta merkir, at hvørki tú ella tínir eftirkomarar fáa arvin, og arvurin verður býttur millum hinar arvingarnar, sum eru. Tú kanst eisini siga, at tú vilt leypast um, sum merkir, at tíni børn fáa arvin ístaðin. Arvurin kann eisini frásigast móti einum gjaldi, har tú verður keyptur úr arvinum við einari upphædd.
Kunnu børnini og makin gerast arvaleys?
Tey kunnu gerast partvís arvaleys, men ikki púra arvaleys. Børn og makin hava altíð krav uppá at fáa minst helvtina av tí, sum tey hava rættindi til.
Míni, tíni og okkara - Hvør arvar hvønn?
Eingin loysn fevnir um allar støður. Tí eigur ein loysn at verða sett saman, sum hóskar júst til ta støðuna, sum tú ert í. Tað er eitt gott hugskot at tosa við tín fíggjarstovn ella ein advokat um tíni viðurskifti. Tann besti mátin at tryggja teg uppá, er at hava fult innlit í tíni viðurskifti.