Familjutrygd
Familjutrygd er ein samanseting av innbúgvstrygging og ábyrgdartrygging.
Innbúgvstrygging
Innbúgvstryggingin tryggjar títt privata innbúgv - eisini tá tú ert uttanlands í upp til 3 mánaðir. Tryggingin veitir endurgjald fyri m.a. eldskaða, el-skaða, vatnskaða, stormskaða og stuldur.
Ábyrgdartrygging
Ábyrgdartryggingin fevnir um ta endurgjaldsábyrgd, ið tú sum privatpersónur hevur, um tú gert skaða á onnur ella lutir hjá øðrum. Tryggingin kann eisini víðkast við eini Ársferðatrygging, ið hevur innbygda avboðstrygging, umframt hunda- og hjálparfólkatrygging. Les meira á heimasíðuni hjá Trygd.