Ferðatrygd
Til ber at tryggja teg bæði undan fráferð og meðan tú ert og ferðast. Skulu tit ferðast sum familja, bólkur ella sum einstaklingar, so hevur Trygd røttu ferðatryggingina. Ársferðatrygd, Stakferðatrygd, Avboðstrygd – valið er títt.
Les meira um tínar møguleikar á heimasíðuni hjá Trygd.
Ársferðatrygd
Tænastan fevnir um bæði Ársferðatrygd og Ársavboðstrygd og er eitt ískoyti til Familjutrygd. Sostatt slepst undan at hugsa um ferðatrygging hvørja ferð tú ferðast.
Stakferðatrygd
Ferðatryggingin til tín, ið ikki ferðast so ofta.
Avboðstrygd
Ein góð ískoytistrygging til Stakferðatrygd.