12 mánaða samansparing

Við eini 12 mánaða samansparing fært tú góða rentu og meira fyri pengarnar, í staðin fyri at hava pengarnar standandi á einari vanligari kontu. 12 mánaða samansparing er eitt trygt stað at goyma tína pengar, um tú hevur pengar, sum tú ikki skalt brúka nú.

Fyrimunir

  • Renta: 2,95%
  • Fá góða rentu frá fyrstu krónu
  • Einki hámark
  • Kann gerast til felagskontu
  • Stovna fasta flyting ella set inn, tá tú hevur hug

Vert at vita

  • 12 mánaða uppsagnartíð
  • Rentan er skiftandi
  • Ikki gjørligt at nýta gjaldskort og at gera fastar flytingar av kontuni
  • Straffrenta á 3,45%, um peningurin verður fluttur í ótíð 

Stovna í netbankanum

Tínir pengar eru tryggir í Føroya Banka

Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr).

Ofta spurdir spurningar

Hvussu stovni eg eina 12 mánaða samansparing?
  • Tú kanst stovna kontuna við at velja ”Stovna kontu”. Har fært tú stovna kontuna beinanvegin – tað tekur bert fáar minuttir! Til hetta krevst, at tú hevur netbanka.
  • Um tú ert vinnukundi, kanst tú seta teg í samband við tykkara kundaráðgeva ella senda okkum eini boð gjøgnum netbankan.

  • Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her?

Hvussu stovni eg 12 mánaða samansparing, um eg ikki eri kundi í Føroya Banka?

Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her.

Hvat telur við í Garantiformuen?

Øll tíni samlaðu innlán upp til 100.000 evrur eru vard av Garantiformuen.

Hvussu flyti eg pengar av kontuni?
Peningurin er bundin í 12 mánaðir, og skal uppsigast áðrenn tú kanst flyta hann av kontuni. Um tú velur at flyta pening av kontuni uttan at siga hann upp áðrenn, skalt tú gjalda eina straffirentu. 

Aðrar samansparingar

3 mánaða samansparing

Eru 12 mánaðir ov leingi at binda pengarnar, kann 3 mánaða samansparing vera júst rætta kontan til tín.

Samansparing til bústaðin

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Samansparing í íløgum

Vilt tú økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing, er OgnarRøkt ein góður møguleiki. Tú fært fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.

Lille dreng med legetøjsflyver

Samansparing til børnini

Ein munandi samansparing er ein gáva til framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv