Peningastovnar biðja kundar lata samleikaprógv
Allir føroyskir, danskir og evropiskir peningastovnar hava sambært lóg um hvítvask skyldu til at tryggja, at samleikaprógv verða fingin til vega frá øllum kundum. Ert tú kundi í BankNordik, og hevur tú enn ikki latið okkum samleikaprógv, fært tú í hesum døgum bræv um hetta.
Orsøkin er, at lógin um hvítvask áleggur øllum peningastovnum at seta tiltøk í verk til tess at forða yvirgangi og hvítvaski av pengum. Tað er sostatt ikki tí, at vit í BankNordik hava ítøkiligan illgruna um, at kundar okkara hava samband við yvirgang ella hvítvask, men tað er heilt einfalt tí, at lógin áleggur okkum og øllum øðrum peningastovnum at fáa til vega samleikaprógv frá øllum kundum okkara.
Lata kundar ikki nøktandi samleikaprógv, kann ein avleiðing verða, at tað verður álagt okkum at steingja kontur, netbanka og gjaldskort hjá viðkomandi.
Hvat er nøktandi samleikaprógv?
Í dag vísa kundar samleikaprógv, tá ið kontur verða stovnaðar, men lógin um hvítvask áleggur okkum eisini at fáa til vega samleikaprógv frá kundum, sum hava verið í bankanum í nógv ár, og sum vit kenna væl. Øll skulu – uttan undantak – lata samleikaprógv.
Góðkend samleikaprógv eru avrit av passi og koyrikorti. Hevur tú sum kundi hvørki pass ella koyrikort, verður tú biðin um at lata avrit av tveimum av hesum samleikaprógvum: dóps- ella navnabrævi, p-talskorti, seinastu ársuppgerðini frá Taks ella skjal frá almennum myndugleika, ið skjalprógvar navn, p-tal og bústað.
Hvussu verða upplýsingarnar brúktar?
Samleikaprógvið verður síðani skrásett saman við øðrum upplýsingum um kundan. Hetta verður gjørt, til tess at vit kunnu lúka ásetingarnar í lógini um hvítvask. Upplýsingarnar verða sostatt ikki sendar víðari ella latnar myndugleikum ella øðrum. Tær verða bert skrásettar í bankaskipanini. Peningastovnar, sum ikki fylgja leiðreglunum frá Fíggjareftirlitinum um at fáa til vega samleikaprógv, verða revsaðir.
Lógarheimild
Reglurnar um at fáa til vega samleikaprógv eru ásettar í ”Anordning nr. Nr. 79 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme.” Til ber at lesa lógina her.