Uppjustering av væntanum til ársúrslitið fyri 2018

BankNordik hevur fyrstu 9 mánaðirnar í árinum haft eina positiva gongd í afturføringum av niðurskrivingum, og tískil uppjusterar bankin nú væntanirnar til ársúrslitið fyri 2018 frá áður fráboðaðu 190-240 mió. kr. til 240-280 mió. kr.

Harumframt væntar bankin, at úrslitið áðrenn niðurskrivingar, eingangspostar, virðisjavnanir og skatt fyri roknskaparárið 2018 kemur at liggja í ovara endanum av áður fráboðaðu 160-200 mió. kr. Tó kunnu møguligar skaðatryggingarútreiðslur í fjórða ársfjórðingi fáa eina ávísa negativa ávirkan á endaliga úrslitið.

”Tað er hugaligt at kunna fráboða eina positiva gongd í inntøkum, útreiðslum og afturføringum av niðurskrivingum í triðja ársfjórðingi 2018. Nettorentuinntøkurnar eru hækkaðar hóast eitt áhaldandi trýst á rentumarginalin, og vit hava megna at hildið eitt støðugt útreiðslustøði. Høvuðsorsøkin til uppjusteringina av væntanunum til ársúrslitið fyri 2018 er tó afturføringar av niðurskrivingum, sum fyrstu 9 mánaðirnar av árinum vóru 93 mió. kr.,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Tað er altíð knýtt ein ávís óvissa til slíkar væntanir, og kunnu viðurskifti sum búskapargongdin, niðurskrivingar av útlánum og virðisjavnanir ávirka nevndu væntanir.

Fleiri upplýsingar verða at fáa í roknskapinum hjá BankNordik fyri triðja ársfjórðing 2018, sum verður almannakunngjørdur 1. november 2018.

Fyribils justera úrslitsuppgerð

DKK mió. kr.

 

9M 2018

9M 2017

Q3 2018

Q2 2018

Q1 2018

Q4 2017

Q3 2017

Rentuinntøkur, netto

282

292

94

93

94

95

97

Tænastuinntøkur, netto

130

139

43

43

44

47

35

Inntøkur frá tryggingarvirksemi

31

31

13

6

12

12

13

Aðrar rakstrarinntøkur

36

24

10

15

12

8

11

Rakstrarinntøkur*

479

486

160

157

162

162

156

Rakstrarútreiðslur*

-342

-351

-111

-116

-115

-111

-114

Rakstrarúrslit áðrenn niðurskrivingar

137

135

49

42

47

52

42

Niðurskrivingar av útlánum, netto

93

9

39

23

31

51

4

Rakstrarúrslit

230

144

88

65

77

103

46

Eingangspostar

82

-17

-6

12

76

-1

-17

Úrslit áðrenn virðisjavnan og skatt

311

127

81

76

154

101

29

Virðisjavnan

-26

16

-3

-17

-6

-10

1

Úrslit áðrenn skatt

286

143

79

59

148

92

30

Úrslit eftir skatt

229

112

 

 

 

 

 

* Ikki íroknað eingangspostar og virðisjavnan

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv