BankNordik broytir renturnar
Í næstum broytir BankNordik renturnar á privatum og vinnuligum innlánum. Rentubroytingin er ein avleiðing av yvirskipaðu gongdini á marknaðinum og áhaldandi negativu rentuni hjá tjóðbankanum.
Gongdin á marknaðinum hevur við sær, at BankNordik í rúma tíð hevur havt beinleiðis útreiðslur av teimum innlánum, sum kundar hava standandi í bankanum. Av tí at útlit ikki eru fyri, at renturnar fara at hækka fyribils, og til tess at viga upp ímóti útreiðslunum, ið lága rentustøðið hevur við sær, verða innlánsrentur lækkaðar í næstum.
Renturnar á vinnuligum innlánum omanfyri 100.000 kr. lækka niður í -0,30% og -0,50% p.a. Rentan á privatum innlánskontum lækkar niður í 0,00% p.a. Tó verður rentan 0,1% p.a. á Barnasamansparing og NordikSolo-samansparing við upphæddum omanfyri 25.000 kr. Sostatt fáa privatkundar ikki negativa rentu.
”Lága rentustøðið er ein fyrimunur fyri tey, sum í hesum døgum taka lán til bústaðin, men er harafturímóti minni gott fyri kundar, sum spara saman á einari vanligari kontu. Fyrr í ár væntaðu vit, at renturnar fóru at hækka, men nú eru ikki útlit fyri rentuhækking fyribils. Tí tillaga vit okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við gongdina á marknaðinum. Eitt nú er rentan á einum statslánsbrævi í løtuni -0,90% og á einum realkredittlánsbrævi er hon -0,70%,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Tað ber til at økja møguleikan fyri størri avkasti á íløgumarknaðinum, men hetta hevur samstundis ein ávísan váða við sær. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum Netbankan, og eisini ber til at fáa serfrøðingar at røkta íløgurnar. Meira fæst at vita um møguleikarnar á íløgumarknaðinum við at seta seg í samband við okkum.
Privat innlán |
Nýggj renta |
Rentubroytingin fær virknað |
Allar innlánsrentur Tó eru Barnasamansparing og NordikSolo-samansparing undantiknar* |
0,00% p.a. |
4. oktober 2019 |
Vinnulig innlán** |
Nýggj renta |
Rentubroytingin fær virknað |
0 – 100.000 kr. |
0,00% p.a. |
18. september 2019 |
100.000 kr. – 1 mió. kr. |
-0,30% p.a. |
18. september 2019 |
Omanfyri 1 mió. kr. |
-0,50% p.a. |
18. september 2019
|
* Rentan á Barnasamansparing verður 0,10% p.a., og á NordikSolo-samansparing verður rentan 0,10% p.a. av upphæddum omanfyri 25.000 kr.
**galdandi fyri samanløgdu innlán kundans
Broytingarnar verða at síggja á banknordik.fo/prisir, tá ið tær fáa gildi.