Apple Pay
Vit vita, at nógvir føroyingar hava glett seg til at fáa Apple Pay, og nú ber umsíðir til at brúka Visa/Dankort og Mastercard frá BankNordik saman við væl umtóktu loysnini.
Apple Pay er trygt, skjótt og ómakaleyst at brúka, og tú kanst gjalda í nethandlum, appum og øllum handlum, har tað ber til at brúka gjaldskort við nándfunku, t.e. tá ið tú rindar bert við at halda kortið at terminalinum.
Tú kanst gjalda við Apple Pay, um tín telefon er av slagnum iPhone 6 ella nýggjari, og harumframt kanst tú brúka Apple Watch, iPad ella Mac at gjalda við. Minst til at kanna, um tólið hevur nýggjastu IOS-dagføringina.
Stutt og greitt um Apple Pay
- Lætt og trygt at gjalda
- Skráset gjaldskortið í Netbankanum sum app ella í Wallet-appini
- Brúka Visa/Dankort ella Mastercard
- Rinda í handlum, á netinum og í appum
Soleiðis byrjar tú
Fyri at kunna brúka Apple Pay skalt tú bert skráseta títt gjaldskort. Tað kanst tú gera í appini Wallet ella í Netbankanum sum app.
Skráset kortið í Wallet
- Lat Wallet-appina upp
- Trýst á "Tilføj kort"
- Tak mynd av kortinum ella tøppa upplýsingarnar inn
- Kortið verður nú knýtt at Apple Pay
- Skriva loynitalið, sum tú fært sum SMS á telefonnummarið, ið tú hevur upplýst í Netbankanum
- Kortið er nú klárt at brúka við Apple Pay
Tú kanst eisini trýsta her, um tú ert á einum Apple-tólið, ið tú vilt brúka til Apple Pay:
Skráset kortið í Netbankanum sum app
- Far í Netbankan sum app
- Trýst á "Tilføj til Wallet" undir "Kortyvirlit"
- Vel kort og góðtak treytirnar
- Kortið verður knýtt at Apple Pay, sum nú er klárt at brúka
Gloymt pengapungin?
Tað bilar ikki! Tú kanst bara gjalda við iPhone ella Apple Watch í øllum handlum, ið taka ímóti nándgjaldi.
Soleiðis rindar tú við Apple Pay
Tað er skjótt og lætt at gjalda við Apple Pay. Tú skalt bara halda tína iPhone ella títt Apple Watch at gjaldsterminalinum í handlinum.
Tú kanst gjalda við Face ID við at trýsta tvær ferðina á síðuknøttin, hyggja stutt at skerminum og halda telefonina at terminalinum. Við Touch ID rindar tú við at halda tína iPhone at terminalinum, meðan tú hevur fingurin á Touch ID. Á Apple Watch skalt tú trýsta tvær ferðir á síðuknøttin og halda urið at terminalinum.
Her kanst tú gjalda
Tú kanst gjalda við Apple Pay í øllum kortterminalum, har annað av hesum súmbolum verður víst.
Apple Pay og trygd
Tá ið tú rindar við Apple Pay, brúkar skipanin eitt serligt nummar, ið er knýtt at tínum tóli umframt eina serstaka keypskotu. Títt fulla kortnummar verður hvørki goymt á tínum tóli ella á servarum hjá Apple, og handlarnir fáa heldur ikki tínar upplýsingar. Apple Pay goymir ikki upplýsingar um tíni keyp, ið kunnu verða førd aftur til tín. Tað er sostatt bert tú, ið hevur vitan um, hvar og hvat tú hevur goldið við Apple Pay.
Spurningar og svar
Apple Pay
Hvar kann eg gjalda við Apple Pay?
Tú kanst eisini gjalda við Apple Pay í nethandlum og appum, ið bjóða henda møguleika. Ivast tú í, um nethandilin tekur ímóti gjaldi við Apple Pay, sært tú hetta, har gjaldsmøguleikarnir verða lýstir (gjaldskort, flyting o.fr.).
Við hvørjum Apple-vørum kann Apple Pay brúkast?
Tú kanst brúka Apple Pay, um tín iPhone er av hesum slagnum:
XR, XS, XS Max, X, 8, 8 Plus, 7, 7 Plus, 6s, 6s Plus, 6, 6 Plus ella SE
Tú kanst eisini brúka Apple Pay saman við:
- Apple Watch (øll sløg)
- iPad: Air 2, mini 3, mini 4, iPad (5. generation), iPad (6. generation), Pro
- Mac-teldum við Touch ID, Mac-teldum frá 2012 ella nýggjari
- iPhone
Minst til at tryggja tær, at eindin hevur nýggjastu IOS-dagføringina.
Kann eg brúka Apple Pay, um eg havi telefon frá mínum arbeiðsgevara?
Síggi eg á kontuyvirlitinum, at eg havi goldið við Apple Pay?
Tá ið tú hevur goldið við Apple Pay, líkist tað einari vanligari kortgjalding. Tú sært sostatt ikki, at tú hevur goldið við Apple Pay. Í Apple Wallet sært tú tó eitt yvirlit yvir 10 tær nýggjastu Apple Pay-gjaldingar.
Tað riggar ikki at skráseta kortið, hvat skal eg gera?
Fyri at kunna skráseta kortið í Apple Pay mást tú kanna hetta:
- Hevur títt Apple-tól nýggjastu IOS-dagføringina?
- Er tín IPhone av slagnum 6 ella nýggjari?
- Títt Mastercard ella VISA/Dankort skulu vera frá BankNordik
- Um tað framvegis ikki riggar at skráseta kortið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330.
Eg havi einki loynital fingið, og eg fái ikki skrásett meg
Eg havi fingið nýggja iPhone, hvussu flyti eg míni kort til nýggju telefonina?
Tá ið tú meldar nýggju telefonina til títt Apple-ID, verða tíni gjaldskort í Apple Pay sjálvvirkandi synkroniserað.
Er tað munur á, um eg rindi eina upphædd, sum er niðanfyri ella omanfyri 350 kr.?
Nei, Apple Pay riggar á sama hátt, sama hvør upphæddin er.
Er nakað hámark fyri, hvussu nógv eg kann gjalda fyri við Apple Pay?
Um tú rindar við Visa/Dankorti, kanst tú brúka í mesta lagi 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar. Viðvíkjandi øðrum kortsløgum eru somu hámørk galdandi, sum á vanliga gjaldskortinum. Les meira um nýtsluhámørk.
Hvat geri eg, um telefonin hvørvur ella verður stolin?
Hvat kostar tað?
Tað kostar einki at hava Apple Pay, og eingi tænastugjøld eru á gjaldingum við Apple Pay.
Hvat skal eg hava fyri at brúka Apple Pay?
Tú skalt brúka:
- eitt Apple-tól, ið kann brúkast saman við Apple Pay
- eitt Mastercard ella Visa/Dankort
Hvat hendir, um eg striki míni kort í Apple Pay?
So strikar tú talgilda kortið og mást skráseta kortið umaftur í Apple Pay, um tú vilt kunna brúka tað. Tú kanst skráseta kortið í Appe Wallet ella í Netbankanum sum app.
Hví bleiv kortið virkjað, uttan at eg trýsti loynitalið?
Á summum Apple-tólum verður loynitalið sjálvvirkandi skrásett, tá ið SMS-boð við loynitalinum kemur.
Hví er mítt vanliga/talgilda kort sperrað?
Hví fái eg einki loynital við SMS?
Hvørji kort kann eg brúka saman við Apple Pay?
Tú kanst bæði brúka Visa/Dankort og Mastercard.
Hvussu byrji eg at brúka Apple Pay?
Skráset kortið í Wallet
- Lat Wallet-appina upp
- Trýst á "Tilføj kort"
- Tak mynd av kortinum ella tøppa upplýsingarnar inn
- Kortið verður nú knýtt at Apple Pay
- Skriva loynitalið, sum tú fært sum SMS á telefonnummarið, ið tú hevur upplýst í Netbankanum
- Kortið er nú virkið og klárt at brúka við Apple Pay
Tú kanst eisini trýsta her, um tú ert á einum Apple-tólið, ið tú vilt brúka til Apple Pay:
Skráset kortið í Netbankanum sum app
- Lat Netbankan sum app upp
- Trýst á "Tilføj til Wallet" undir "Kortyvirlit"
- Vel kort og góðtak treytirnar
- Kortið verður knýtt at Apple Pay, sum nú er til reiðar at verða brúkt
Hvussu nógv kort kann eg skráseta í Wallet?
Tú kanst skráseta 11 kort í Wallet.
Hvussu striki eg eitt kort í Apple Pay?
Tað kanst tú gera í Apple Wallet ella í iCloud.
Hvussu trygg er loysnin?
Apple Pay er ein sera trygg loysn, av tí at ongar upplýsingar um kortið verða goymdar á telefonini, og at kortupplýsingar tí ikki verða sendar millum telefon og gjaldsterminal. Sostatt er einki kortnummar, sum kann avlesast.
Umframt hetta verður framkomin tøkni til at brongla dáta brúkt.
Um kortið kortini verður misnýtt, ert tú líka væl tryggjað/ur sum við vanliga gjaldskortinum.
Vit mæla tær til at stilla telefonina til at verða læst sjálvvirkandi, tá ið tú ikki brúkar hana. Á tann hátt fær eingin annar atgongd til telefonina og Apple Pay.
Fyri at góðkenna gjaldingar við Apple Pay, skalt tú annaðhvørt góðkenna við Face ID ella Touch ID. Av tí at tað eru andlit ella fingramerki, sum verða lisin, er heldur einki loynital, sum kann lúrast av.
Missir tú tína fartelefon, mást tú alt fyri eitt seta teg í samband við okkum, soleiðis at gjaldskortini í Apple Pay kunnu verða sperrað.
Hvussu velji eg, hvørjum korti eg vil gjalda við í Apple Pay?
Tað kortið, sum er valt, er sjónligt. Hevur tú meira enn eitt kort í Apple Pay, kanst tú skifta til eitt annað kort við at flyta fingurin eftir skerminum.
Kann eg gjalda við Apple Pay, hóast eg ikki havi netsamband?
Ja, gjaldingar við Apple Pay krevja ikki netsamband.
Kann eg gjalda við Apple Pay uttanlands?
Ja, tú kanst gjalda við Apple Pay í øllum gjaldsterminalum, sum taka ímóti nándgjaldi, t.e. kontaktleyst gjald - sama hvørjum landi tú ert í.
Kann eg gjalda við Apple Pay uttan at læsa telefonina upp?
Ja, um tú hevur eina iPhone við Face ID, skalt tú trýsta tvær ferðir á síðuknøttin fyri at gjalda við Apple Pay.
Brúkar tú eina iPhone við Touch ID, skalt tú hava fingurin á "heim-knøttinum" fyri at gjalda við Apple Pay.
Kann eg skráseta míni kort til Apple Pay á telefonini hjá børnunum?
Nei, tíni kort eru persónlig, og tú skalt ikki lata øðrum upplýsingar um tíni kort. Tað stendur í treytunum.
Kunnu tveir persónar, t.d. makar, skráseta gjaldskort í sama Apple Pay?
Nei, Apple Pay er persónligt og eigur tí ikki at verða brúkt av ymiskum persónum.
Mítt vanliga gjaldskort gongur skjótt út. Hvat skal eg gera?
Síggi eg eina Apple Pay-gjalding alt fyri eitt á kontuyvirlitinum?
Tá ið tú rindar við Apple Pay, er tað at rokna sum ein altjóða gjalding. Tí sært tú ikki gjaldingina fyrr enn nakrar dagar seinni - á sama hátt sum tá ið tú brúkar gjaldskort uttanlands.