Fullteknað! Búskaparliga gongdin og haldførið 

Hósdagin 6. mars seta vit sjóneykuna á føroyska búskapin, tá ið Búskaparráðið, Bakkafrost og Føroya Banki fara at greiða frá gongdini í farna ári og meta um framtíðar útlitini.

Fyrst fer Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, at gera eina støðumeting av føroyska búskapinum og leggja fram tilmælini hjá Búskaparráðnum. Aftan á fara Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrosti, og Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, at greiða frá gongdini í 2024, og útlitinum fyri 2025, við støði í ávíkavist roknskapunum hjá Bakkafrost og Føroya Banka. 

Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá Føroya Banka, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Skrá

15.00 - 15.05 Vælkomin

15.05 - 15.35 Johnny í Grótinum, Búskaparráðið
• Eru ábendingar um eina vend í føroyska búskapinum? 

15.35 - 16.00 Turið F. Arge, Føroya Banki
• Gongdin í 2024 og útlit fyri 2025 við støði í roknskapinum

16.00 - 16.20 Steðgur - ábit og prát

16.20 - 17.00 Regin Jacobsen, Bakkafrost
• Gongdin í 2024 og útlit fyri 2025 við støði í roknskapinum

Øll eru vælkomin