Taktikkfundur við Peter Bredsdorff-Larsen
Mánakvøldið 6. mai verður taktikkfundur um spennandi dystin móti Norðurmakedonia.
Peter greiðir frá taktikkinum til komandi dystin, og fer at greiða frá, hvørjar tær truplastu og mest avgerandi uppgávurnar verða í dystinum. Vinna vit samanlagt móti Norðurmakedonia spæla vit okkum víðari til HM-endaspælið í januar 2025.
Peter fer somuleiðis at fortelja, hvørjar styrkir føroysku spælararnir hava, og hvussu hesar best verða brúktar á vøllinum.
Samanset besta toymið
Eisini fer Peter at tosa um, hvussu vit menna førleikar, dygdir og eldhuga hjá leikarum - óansæð íttróttargrein - og kemur við ítøkiligum dømum frá hondbóltinum. Samstundis greiðir hann frá, hvørji amboð, vit kunnu nýta til at fáa bestu førleikarnar fram - óansæð um tað er eitt ítróttarlið, eitt arbeiðspláss ella eitthvørt annað toymi.
Fyrilesturin við Peter er borðreiddur á ein lættan og skemtiligan hátt.
Nær: 6. mai kl. 20.00
Hvar: Føroya Banki í Havn, Oknarvegur 5
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.