Sort hvidt billede af en lommeregner og et regnskab

Fígging til byggingina

Áðrenn tú fert í holt við byggiarbeiðið, mæla vit tær til at fáa greiðu á fíggjarligu viðurskiftunum. Tað vil siga, at tú skalt gera av, hvussu byggingin skal gjaldast. Hevur tú tørv á at læna pening til byggingina, mást tú samstundis gera tær greitt, hvussu eitt nýtt lán fer at ávirka tíni yvirskipaðu fíggjarviðurskifti og títt peningaliga rásarúm í gerandisdegnum.

Vanliga verða byggiverkætlanir fíggjaðar við egnari samansparing umframt einari samanseting av ymsum lánum:

Roknari

Hvat kostar tað at læna?

Les meira og royn okkara roknara, sum kann geva eina ábending um, hvussu nógv tú kanst læna.

Rætta lánið til tín

Júst hvussu tíni hús skulu fíggjast, og hvat slag av láni er tað rætta til tín, veldst um, hvussu tíni samlaðu fíggjarviðurskifti síggja út. Møguliga hevur tú fleiri smærri lán, ið kunnu leggjast saman og harvið geva tær eina mánaðarliga sparing. 


Bílegg ein fund

Vit taka altíð støði í tínum ynskjum og møguleikum. Saman finna vit røttu loysnina til tín.

Bílegg fund

Áðrenn fundin í bankanum

Tað er ein fyrimunur, um tú hugsar um hetta, áðrenn tú kemur á fund:

  • Hvussu nógv fer tilfarið og arbeiðið í sambandi við byggingina at kosta, og hvussu nógvan pening hevur tú tørv á at læna? Fá t.d. ein handverkara at geva tær eina prísmeting ella eitt tilboð.

  • Hevur tú aðrar ætlanir, sum tú hevur tørv á at læna pening til? T.d. til nýggjan bil, summarhús, uttanlandsferðir ella annað? Hav hetta í huganum, tá ið tú gjøgnumgongur tíni fíggjarviðurskifti og tínar lánsmøguleikar.

  • Hvussu er tíðarætlanin fyri byggingina? Hugsa um, nær arbeiðið byrjar, nær rokningarnar skulu gjaldast, og nær tú væntar, at alt verður liðugt.

Lán til bústaðin

Ymisku sløgini av láni geva tær ymiskar møguleikar.

Samansparing

Við einari miðvísari samansparing gerst tað lættari at røkka tínum málum.

Nordik

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum, fært tú nógvar fyrimunir.

Sethúsatrygging

Ein sethúsatrygging er góð at hava, um okkurt óvæntað skuldi hent.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv