Góð ráð um bústaðarsølu
Tá ið tú hevur avgjørt at selja, er nógv at hugsa um og taka støðu til. Til tess at tryggja, at sølutilgongdin verður so góð sum gjørligt, er tað skilagott at fyrireika søluna væl.
Fá ráðgeving
Tá ið tú selur bústaðin, er talan um stór virði, ið skifta hendur. Tískil kann eitt lítið mistak fáa víðfevndar avleiðingar fyri teg sum seljara ella keypara. Leita tær tí ráðgeving hjá einum ognarmeklara ella advokati í sambandi við søluna. Tað gevur tryggleika, og tú veitst, at sølan fer fram eftir forskriftunum.
Prísurin
Ymiskar fortreytir stýra søluprísinum. Til dømis kanst tú vænta tær ein betri prís, um tú hevur tíð til at bíða eftir rætta keyparanum. Skjótari søla kann hava ein lægri prís við sær.
Sølufremjandi tiltøk
Ger tær ómak og far ígjøgnum ognina við kritiskum eygum. Hvussu sær út, bæði innan og uttan? Tað kann vera skilagott at biðja onkran annan, sum tú kennir, koma at hyggja og geva tær góð ráð til ábøtur, sum kunnu fremja søluna.
Fólki flest dámar best at koma inn í eini hús ella eina íbúð, har tað er ruddiligt og reint, og har inniluftin eisini er góð. Minst tí til at lufta væl út, áðrenn møguligir keyparar koma á gátt.
Hevur tú ætlanir um at selja, er tað skilagott, um tú javnan kannar húsini fyri skaðar og gert neyðugar ábøtur so hvørt. Á tann hátt kanst tú forða fyri, at smærri skaðar ella t.d. lekar gerast til størri og dýrar skaðar.
Kanna bústaðin regluliga
- Er luktur frá oljutanga og kloakk?
- Eru rivur í grund, sokkli ella útveggjum?
- Eru merkir á klædninginum, og hvussu er við roti sum heild?
- Er træið í vindeygunum bleytt ella merkt av soppi, og eru rútar punkteraðir?
- Eru takrennur, ristir og rennustokkar typt?
- Er væta ella myrkir plettir á veggjum?
- Hava tekja og inndekningar fingið skaða, t.d. eru hol, rivur ella seymir leysir á tekjuni?
- Eru hyljar á tekjuni?