Hvat droymir tú um?

Onkur droymir um at ganga á stóra kinesiska múrinum, at síggja tær egyptisku pýramidurnar ella at ferðast runt allan heimin - onkur annar droymir bert um at sleppa burtur og fáa ein steðg frá gerandisdegnum. Óansæð hvat tú droymir um, so er tað altíð eitt gott hugskot at fyrireika teg væl, áðrenn tú skalt avstað. Tí hava vit sett nøkur góð ráð saman til tín, ið skal út í heimin.

 

#1 Spar saman

Vit vita øll, at tað er kostnaðarmikið at ferðast. Tí er tað eitt gott hugskot at spara saman í góðari tíð og gera tær nakrar tankar um, hvussu víðfevnandi ferðin skal vera. Nýt samansparingartólið til at finna út av, hvussu nógv, tú skalt leggja til síðis fyri at røkka tínum máli.

#2 Fyrireika teg væl

Hvagar, hvussu leingi, hvat kostar tað og nær? Tað eru nakrir av teimum fyrstu spurningunum, tú kanst seta tær sjálvum, áðrenn tú tekur avgerð um eitt ávíst ferðamál. 

Tað eru nógvar praktiskar avgerðir í sambandi við at ferðast - serliga viðvíkjandi longri ferðum. Visum, koppsetingar, bíleggja hotell ella hostell, bíleggja ferðatrygging, upplivingar, veksla gjaldoyra og nógv annað. Í byrjanini kann tað tykjast sum ein rúgva, tú skalt hava greiðu á - serliga um tað er fyrstu ferð, tú skalt út at ferðast uttan foreldrini. Tí er eitt gott fyrireikingararbeiði ein sera góð byrjan. 


 

#3 Minst til ferðatrygging

Tað er sera umráðandi at minnast til ferðatrygging, áðrenn tú fert avstað. Tað kann gerast ein dýr avgerð, um tú velur tryggingina frá og brádliga situr við beinbroti mitt í Nepal. So ger tær sjálvum tann beina at tekna tryggingina - so kanst tú kenna teg tryggari á ferðini.

#4 Tvey kort við á ferðini

Minst til bæði at hava eitt Visa/Dankort og eitt Mastercard við á ferðini. So tryggjar tú, at tú altíð kanst gjalda - bæði um annað kortið skuldi blivið burtur, ella um tú t.d. upplivir, at móttakarin bert tekur Mastercard.

  • Tjekka útgongudagfestingina á kortinum í góðari tíð áðrenn ferðina, so tú ikki bráliga stendur við einum korti, ið ikki riggar.
  • Hav eitt sindur av reiðum peningi við í lokalum gjaldoyra, men ikki ov nógv, tí tað er ongantíð eitt gott hugskot at hava ov nógvan reiðan pening við tær.
  • Tað er ofta bíligast at rinda í lokalum gjaldoyra.

#5 Neyðugar koppsetingar

Tað er umráðandi at kanna í góðari tíð, hvørjar koppsetingar eru kravdar, tí nakrar koppsetingar skulu gevast fleiri ferðir, áðrenn tær dekka. Her finnur tú eitt yvirlit yvir tær kravdu koppsetingarnar í teimum ymsu londunum. Vend tær til tín kommunulækna fyri at fáa koppsetingina.


#6 Pass og visum

Tryggja í góðari tíð, at passið hjá tær eru galdandi í minst 6 mánaðir eftir heimkomu.

Mong lond uttan fyri ES krevja, at tú hevur eitt visum. Eitt visum er eitt loyvi til at sleppa inn í eitt land og verður vanliga útflýggjað á sendistovuni hjá viðkomandi landinum. Visumið er eitt skjal ella eitt stempul, tú fært í passið. Tá ið tú søkir um visum, skalt tú senda passið hjá tær til viðkomandi sendistovu. Viðgerðartíðin kann nevnliga vera alt frá nøkrum døgum til fleiri vikur, og prísurin kann eisini vera sera ymiskur. Tí er tað eitt gott hugskot at kanna í góðari tíð, um títt ferðamál krevur visum, og í tí føri, hvørjar treytir eru galdandi á viðkomandi sendistovu - so ert tú vís/ur í at vera til reiðar í góðari tíð.

 

#7 Lokal neyðstøðunummur

Skuldi tú verið óheppin á ferðini, er tað ein góð hjálp at vera væl fyrireikað/ur heimanífra. Vit mæla tær tí til at kanna tey lokalu telefonnumrini til bráfeingishjálp. 
Við appini hjá Trygd kanst tú fáa hjálp og vegleiðing, um tú ert uttanlands og hevur brúk fyri tíni ferðatrygging. Har kanst tú lesa um, hvat tú skalt gera í ymiskum støðum, um okkurt er hent.

 

#8 Pakka lætt

“Less is more” sigur eitt kent orðatak - hetta er serliga galdandi, um tú skalt á eina longri ferð, har tú sjálv/ur skalt bera ferðagóðsið. Tað finnast hópin av góðum fjakkarasíðum við góðum ráðum og pakkilistum, sum tú kanst fáa íblástur frá.

Ungdómsbankin

Ungdómsbankin er snikkaður til tín millum 18-28 ár.

Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er eitt nýtt og spennandi kapittul í tínum lívi. Tí hava vit savnað nøkur góð ráð tín, ið flytur heimanífrá fyri fyrstu ferð.

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað at brúka tíðina til enn tíni fíggjarviðurskifti. Tí hava vit savnað nøkur góð ráð, ið kunnu hjálpa tær.

Legg fíggjarætlan

Tað er týdningarmikið at hava neyðuga yvirlitið yvir tínar pengar, soleiðis at tú veitst, hvørjar inntøkur og útreiðslur, tú hevur hvønn mánað.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum boð