Vinnuráðgevi

Vit sóknast eftir einum framsøknum vinnuráðgeva, ið hevur hug at gerast partur av roynda ráðgevingartoyminum á Vinnudeildini.

Um starvið

Sum vinnuráðgevi fært tú eitt fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum. Tín fremsti leiklutur verður at veita kundunum eina dygdargóða heildarráðgeving, sum altíð tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka kundanum.

Millum okkara kundar eru bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum, og eisini størri fyritøkur, sum hava allan heimin sum sítt virkisøki. Tú sleppur sostatt at arbeiða við ymiskum fyritøkum og vinnu-greinum, sum ger gerandisdagin bæði spennandi og avbjóðandi. 

Um okkum

Á vinnudeildini starvast 9 fólk, og tú verður partur av einum toymi við drúgvum royndum og gjølligum kunnleika til føroyskt vinnulív.

Tú gerst samstundis eisini partur av einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. 

Førleikakrøv 

Vit leggja dent á, at tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. bankaútbúgving, HD ella cand.merc. Eisini er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til og áhuga fyri føroyskum vinnulívi, og royndir úr vinnulívinum eru sjálvsagt eisini ein fyrimunur.

Umframt teir fakligu førleikarnar er tað umráðandi, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, og at tær dámar at fáa samband við nýggjar kundar. Harafturat er tað umráðandi, at tú hevur eitt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag, og at tú dugir væl at samstarva við bæði starvsfelagar og kundar. 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2023

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Brekku, leiðara á Vinnudeildini, á telefon 

23 05 21 ella á jb@banknordik.fo.

Søk starvið her