BankNordik keypir løðistøðir og veitir nýtt lán til elbilar
Nú verður tað bæði bíligari og ómakaleysari hjá føroyingum at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal keypast. Sum tann fyrsti føroyski peningastovnurin fer BankNordik undir at veita viðskiftafólkum lán til elbil við serliga lagaligari rentu. Umframt nýggja fíggingarmøguleikan fer BankNordik at keypa og seta upp løðingarstøðir við allar bankadeildir kring landið.
Ymisk politisk stig eru tikin, ið skulu eggja fólki til at velja ein elbil, tá ið gamli diesel- ella bensinrikni bilurin skal skiftast út. Í dag skulu elbileigarar nevniliga hvørki rinda skrásetingargjald, meirvirðisgjald ella vegskatt. Við nýggja elbilláninum hjá BankNordik fáa føroyingar sostatt uppaftur ein fíggjarligan fyrimun, tá ið teir keypa ein elbil. Tøl frá Akstovuni vísa, at meðan 37 el-akfør vóru skrásett í Føroyum 1. januar í 2018, var talið í februar í ár hækkað upp í 126, og eftirspurningurin eftir elbilum er í støðugum vøkstri.
“Alsamt fleiri føroyingar keypa sær elbil, og við nýggja elbilláninum vilja vit styðja uppundir jaligu gongdina og geva okkara íkast til, at elbilar gerast ein skilagóð íløga fyri bæði umhvørvið og pengapungin. Vit hava í fleiri ár veitt orkulán við serliga lagaligari rentu til orkusparandi ábøtur á bústaðin, og nú fer tað so eisini at loysa seg at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal veljast. Allar deildir okkara kring landið fáa harumframt løðingarstøðir, og á tann hátt kunnu vit vera við til at gera tað eitt sindur lættari hjá okkara viðskifta-fólkum at hava elbil,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
Eftir ætlan verða løðingarstøðirnar settar upp uttanfyri deildirnar hjá BankNordik í næstum, og bankin hevur sett seg í samband við Klaksvíkar kommunu til tess at kanna møguleikarnar fyri at seta eina løðingarstøð upp við Biskupstorgið, tá ið bankin flytur í nýggju hølini í miðbýnum. So hvørt sum bilarnir hjá BankNordik-samtakinum skulu skiftast út, fer bankin eisini at leggja dent á at velja elbilar.
Nýggja elbillánið verður 0,5% bíligari enn vanliga billánið, og tað fer at bera til at læna upp til 300.000 kr. Upphæddir omanfyri 300.000 kr. fara at fylgja rentuni á vanliga billáninum.
Nærri upplýsingar
Turið. F. Arge, rakstrarstjóri, tel. 230 678