BankNordik fingið virðisløn á Creative Circle

Fríggjadagin vórðu virðislønir fyri ársins bestu avrik innan marknaðarføring latnar á stórari samkomu hjá Creative Circle í Keypmannahavn. BankNordik vann bronsu í bólkinum “Digital / Technology Driven Promo & Activation”.

Virðislønin varð latin fyri sonevnda volapyk-knøttin á donsku heimasíðuni hjá bankanum. Endamálið við knøttinum er at geva lesarum møguleika at gera vart við torskildan tekst á heimasíðuni, soleiðis at hann kann verða orðaður greiðari og harvið gerast lættari at skilja. Hetta mettu dómararnir vera so mikið uppfinningarsamt og væl úr hondum greitt, at virðislønin varð latin fyri knøttin.

Volapyk-knøtturin er eitt av fleiri tiltøkum, ið BankNordik hevur sett í verk til tess at gera tað lættari hjá viðskiftafólkunum at skilja samskiftið við bankan. Knøtturin verður ætlandi eisini at finna á føroysku heimasíðuni hjá bankanum seinni í ár. Til ber at lesa meira um knøttin á donsku heimasíðuni volapykfri.nu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv