Koronasmittan kann ávirka teg, ið hevur realkredittlán
Hví hevur koronavirusið ávirkan á realkredittlán?
Fíggjarmarknaðirnir hava verið óstøðugir seinastu tíðina orsakað av koronavirusinum. Eitt nú hava stórar lækkingar verið á partabrævamarknaðunum, og stór sveiggj hava harumframt verið á rentum og kursum á realkredittlánsbrøvum.Hóast bæði rentur og kursir á lánsbrøvum aftur hava funnið nærum somu legu, sum áðrenn koronakreppan byrjaði, hava vit seinastu tíðina sæð óvanliga stór rentusveiggj, og tað hevur havt brádligar kursbroytingar á realkredittlánsbrøvum við sær. Ein orsøk til kurslækkingar var, at stóru íleggjararnir valdu at keypa statslánsbrøv í staðin fyri realkredittlánsbrøv. Tá ið hetta hendir, hevur tað ávirkan á tey, ið hava eitt realkredittlán.
Spyr okkum, um tú ivast
Tá ið sveiggini á marknaðinum eru stór, kann tað vera viðkomandi hjá tær, ið hevur eitt realkredittlán, at kanna, um sveiggini hava avbjóðingar ella møguleikar við sær. Júst hvussu hetta ávirkar teg veldst m.a. um, hvat slag av realkredittláni, tú hevur, og hvussu tíni fíggjarviðurskifti annars eru samansett.Tú ert, sum altíð, vælkomin at seta teg í samband við tín ráðgeva hjá okkum, um tú ivast. Vit kunnu hjálpa tær at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna, sama hvør tín støða er. Tú finnur okkum her.
Niðanfyri ber til at lesa meira um, hvussu ein óstøðugur realkredittmarknaður kann ávirka teg, sum hevur - ella ætlar at taka – realkredittlán.
Ein rentuhækking kann vera ein fyrimunur fyri summi
Vanliga eru hækkandi rentur ikki ein fyrimunur fyri tey, ið hava lán, av tí at hetta merkir, at lánið verður dýrari at rinda aftur.Hevur tú eitt realkredittlán við fastari rentu, merkir rentuhækkingin tó eisini, at kursurin á realkredittlánsbrøvunum lækkar. Tað gevur tær møguleika fyri at leggja lánið um og minka restskuldina á láninum.
Ikki uttan váða – og tí ikki ein góð loysn fyri øll
Tá ið tú leggur lánið um, verður restskuldin lægri, men samstundis verður rentan á láninum hægri. Tí er ein ávísur váði knýttur at einari umlegging. Um rentan ikki lækkar aftur, er vandi nevniliga fyri, at tann hægri rentan, sum tú skalt gjalda, fer at útjavna tann fyrimunin, ið ein lægri restskuld gevur.
Hvørt tað er eitt gott hugskot at umleggja realkredittlánið ella ei veldst um tína yvirskipaðu fíggjarstøðu. Eitt nú er neyðugt at leggja upp fyri, hvussu leingi lánið skal gjaldast aftur, hvussu stór restskuldin er, umframt hvørjar framtíðarætlanir tú annars hevur. Tað er tó umráðandi, at tú tekur støðu til, um tú ert sinnað/ur at fara frá einari lágari rentu – ella um tað kennist tryggari at varðveita verandi lán. Vit vænta framhaldandi at fara at síggja stór kurssveiggj, serliga í sambandi við fastrentað lán. Tí viðmæla vit altíð okkara kundum at fastlæsa kursin í sambandi við eina umlegging.
Ymisk atlit, ið eru tengd at tínari støðu
Tað eru ymisk viðurskifti, ið tú skalt hugsa um, alt eftir hvørjari støðu tú ert í: 1) um tú skalt gjalda eitt realkredittlán aftur, 2) um tú skalt taka eitt nýtt realkredittlán, 3) ella um tú skalt umleggja eitt verandi realkredittlán.
- Um tú hevur selt bústaðin - og tí skalt gjalda títt fastrentaða realkredittlán aftur - skalt tú halda eyga við, um kursurin á realkredittlánsbrøvum aftur fer at lækka. Tú hevur nevniliga møguleika fyri at læsa kursin á láninum, sum skal gjaldast aftur. Ein lægri kursur hevur við sær, at tú kanst gjalda lánið aftur bíligari enn væntað, av tí at tú skalt brúka minni pening til at gjalda lánið aftur við. Tað gevur tær ein størri vinning av bústaðarsøluni.
- Ert tú í holt við at keypa nýggjan bústað, ið skal fíggjast við realkredittláni, mæla vit tær til at umhugsa at fastlæsa kursin á nýggja láninum. Hetta nevna vit eina ”kurstrygging”, og tað vil siga, at tú tryggjar teg ímóti einari møguligari kurslækking á realkredittláninum, sum tú hevur valt at fíggja bústaðin við. Vit meta, at útlit framvegis eru fyri einum ófriðarligum marknaði, har bæði rentur og kursir kunnu sveiggja nógv – serliga í sambandi við fastrentaðu realkredittlánini. Vit hava eisini sæð rentusveiggj á teimum realkredittlánum, har rentan er føst í 1, 3, ella 5 ár í senn. Her vóru sveiggini tó als ikki so stór sum á fastrentaðu realkredittlánunum. Ein kurstrygging kann tí vera viðkomandi fyri teg, sama hvat slag av realkredittláni tú ætlar at velja.
- Um tú hevur eitt realkredittlán, sum skal endurfíggjast 1. juli, skalt tú í seinasta lagi 30. apríl avgera, um tú vilt halda fram við verandi láni, ella um tú vilt broyta til annað lánsslag. Um tú ivast í, hvørt eitt lán við skiftandi rentu framvegis er tað rætta fyri teg og tíni fíggjarviðurskifti, kanst tú umhugsa at velja eitt realkredittlán við fastari rentu. Hevur tú hinvegin fíggjarligt rásarúm til, at títt samlaða lánsgjald bæði kann lækka og hækka, afturfyri at rentan er eitt sindur lægri – so er eingin orsøk til at broyta lánið. Tað, sum er avgerandi fyri teg er, um tú hevur fíggjarligt rásarúm til at halda fram við skiftandi rentu, og um tíni fíggjarviðurskifti tola eina møguliga rentuhækking og harvið eitt hægri lánsgjald. Ella um tú í staðin vilt gjalda ein hægri prís/rentu fyri títt lán, afturfyri at tú tryggjar teg ímóti rentuhækkingum.
Um koronakreppan ávirkar tína fíggjarstøðu
Hjá teimum flestu eru lánsútreiðslurnar til bústaðin tann størsta mánaðarliga útreiðslan. Nú fíggjarligu avleiðingarnar av koronavirusinum tíverri raka nógvar føroyingar, hava vit í BankNordik sett ymisk hjálpartiltøk í verk, ið skulu hjálpa okkara kundum væl ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar komandi tíðina.
Kundar, ið orsakað av lægri inntøku ella uppsøgn fáa tørv á hjálp í eitt tíðarskeið, kunnu fáa hjálp á henda hátt:
- Avdráttarskái á lánum: møguleiki at útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaðir og harvið leingja afturgjaldstíðina á láninum. Hetta er galdandi fyri øll vanlig lán, t.d. lán til bústað og bil
- Møguleiki at fáa játtan um fyribils trot á kredittum
Allir fyrispurningar í hesum sambandi verða viðgjørdir við støði í fíggjarviðurskiftunum hjá tí einstaka. Um tú ivast í, hvussu vit kunnu hjálpa, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.